Avtala gjørd um innkomuvegin

Avtala gjørd um innkomuvegin
Býráðið í Havn hevur einmælt samtykt eina avtalu um innkomuvegin úr Eysturoyartunlinum til Havnina
 
16.02.2017 - 08:11

Avtalan um innkomuvegin til Havnar, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, og fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu gjørdu við Samferðslumálaráðið tann 7.oktober í fjør, kostar sera leysliga mett kommununi 27 mió. kr.

Býráðið samtykti avtaluna einmælt tann 27. oktober. Men avtalan bindur ikki landsstýrið, tí avtalan hevur ikki verið í løgtinginum. 

Kostar 16 milliónir

Landið skal biðja løgtingið um pengar til landsins part í avtaluni.  

Sambært avtaluni skal Tórshavnar kommuna fíggja veg frá Klingruni til Sundsvegin, góðar 800 metrar. Hann kostar 16 milliónir.

Kommunan skal leingja Flatarvegin, frá brúnni niðan til nýggja vegin, góðir 120 metrar, sum kosta 2,4 milliónir, og gera 220 metrar niðan fyri brúnna lidnar fyri 2,2 milliónir kr. 

Sundsvegurin leingjast

Og kommunan skal leingja og leggja um Sundsvegin undir brúnni um Hoydalsá. Hetta eru 320 metrar, sum fara at kosta 6,4 mió. kr.

Kommunan skal sambært hesum gera ein kilometur og 460 metrar av vegi fyri 27 milliónir krónur. Hitt skulu landið og tunnilsfelagið rinda. 

Avtalan sigur eisini, at skal ein tunnil gerast frá Villingardalsvegnum til økið, sum er undir Kerjum, tað er við Hotel Føroyar, skal kommunan rinda helvtina av honum, millum 50 og 65 mió. kr.

Kemur við uppskoti um tunnil

Tann tunnilin er hálvan annan kilometrar. Tann tunnilin skal gerast, sum tað stendur í avtaluni, tá ferðslutrýstið ger tað neyðugt.

Skjótt verður nýggja býráðið tó biðið um at velja eina heilt aðra loysn enn tað undanfarna gjørdi 27. oktober í fjør. 

Annika Olsen, sum nú er borgarstjóri, fer at koma við einum uppskoti um at gera tunnil í staðin fyri vegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652