Framtíðin hjá Spotify óviss

Framtíðin hjá Spotify óviss
Svenska tónleikatænastan, Spotify, hevur metstórt undirskot og er í vanda fyri at fara á húsagang í tí støðu, sum fyritøkan er í nú
Spotify, heimsins størsta tónleikatænasta, er í vanda fyri húsagangi skriva fleiri altjóða fjølmiðlar. Spotify vil ikki gera viðmerkingar til søguna um seinkaðu børsskrásetingina
 
16.02.2017 - 11:59

Spotify er heimsins størsta tónleikatænasta við meira enn 100 miljónum brúkarum, av teimum rinda 40 milliónir fyri at brúka tænastuna.

Fyrr í hesum mánaðinum skrivaði tíðindatænastan, TechCrunch, at Spotify hevur útsett æltaðu børsskrásetingina til í fyrsta lagi 2018, tí figgjarliga støðan skal batna fyrst. 

Ongantíð borið seg

Sum støðan er nú, fer eingin í Wall Street, sambært fjølmiðlinum, TechCrunch, at nerta við tónleikatænastuna, Spotify.

Spotify hevur 10 ár á baki, men hevur ongantíð havt yvirskot, og samstundis stríðist Spotify, sambært TechCrunch, við 1,5 milliónir dollarar í skuld, tað svarar til 10,5 milliónir krónur.

Meginparturin av skuldini er fimm prosent í árligari rentu, og at sambært lóggávuni, kunnu lánveitarar gera lánini um til partabrøv í Spotify við 20 prosentum í avsláttri, tá fyritøkan verður børsskrásett.

Kunnu koma í fíggjarligt óføri

Nú børsskrásetingin fyribils er útsett, kann tað, sambært BBC, geva Spotify fíggjarligar trupulleikar. Eitt av endamálunum við børsskrásetingini er júst at fáa pengar í kassan.

Hesin kassin er í vanda fyri at tømast orsakað av fíggjarligu støðuni hjá felagnum, skrivar fleiri altjóða fjølmiðlar.

BBC skrivar, at stóra uppgávan hjá Spotify nú er at gera nýggjar avtalur við stóru plátufeløgini, Universal, Sony og Warner, um at brúka tilfar hjá teimum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010