Føroyingar eru bjartskygdari

Føroyingar eru bjartskygdari
Fólk í Føroyum eru eitt vet bjartskygdari um búskapin í landinum nú enn tey vóru í juni í fjør
 
17.02.2017 - 08:12

Yvirskipaða vísitalið fyri allar fimm kanningar, sum verða gjørdar tvær ferðir um árið til konjunkturbarometrið, er vaksið úr 16 upp í 31 síðani juni í fjør.

Barometrið, sum hevur verið miðal seinastu fýra kanningarnar, er farið eitt vet upp, sigur Hagstovan.

Serliga fiskivinna og aling, annar íðnaður og tænastuvinnur hava jaliga ávirkan á yvirskipaða vísitalið hesaferð.

Fólk hava góðar framtíðarvónir

Brúkaravísitalið og vísitalið fyri byggivinnuna eru nærum óbroytt. Bara vísitalið fyri handilsvinnuna er minni enn í juni í fjør.

Millum annað verða fólk, ella húsarhald, spurd, hvat tey vænta sær av framtíðini. Nøkur fleiri enn í juni í fjør hava góðar vónir um búskapin.

Fólk blivu spurd, um løtan nú er tann rætta at gera størri keyp. Fleiri enn áður svaraðu ja.

Húsarhaldini størri keypihug

Hagstovan sigur, at tekin eru um, at yvirhøvur hava húsarhaldini møguleika og eisini hug at brúka eitt sindur fleiri pengar til nýtslu.

Tilfeingisvinnurnar og annar ídnaður vænta, at tey fáa meira at gera næsta árið.

Til fyri góðum tveimum árum síðan vaks vísitalið fyri byggivinnuna støðugt, men hevur síðani verið nærum óbroytt. 

Stendur væl til í byggivinnuni

Byggifeløgini siga seg í miðal hava arbeiði í 17 mánaðir. Hetta er nógv meira enn tað vanliga, sum eru 10 mánaðir.

17 mánaðir eru samstundis tað mesta síðani fyrstu konjunkturkanningina í januar 2006. Handilsvinnan er hinvegin minni jalig nú enn hon var i juni í fjør.

Men hjá tænastuvinnuni eru tey meira jalig. Tænastuvinnan væntar framvegis at selja meira. Og hon væntar eisini at fáa brúk fyri fleiri fólkum í arbeiði enn vinnan væntaði í juni í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887