Röddin

VIT

 

Føroyingar fáa færri p-bøtur
Sambært tølunum hjá politinum vórðu 7.751 bøtur skrivaðar í fjør. Í 2008 var talið 13.051. Og talið er minkað hvørt ár síðani tá
Mynd: Savnsmynd  
Nógv færri parkeringarbøtur verða skrivaður nú enn fyrr, vísa tøl hjá politinum í Føroyum. Talið er minkað støðugt í fleiri ár
17.02.2017 - 09:08
 

Sambært tølunum hjá politinum vórðu 7.751 bøtur skrivaðar í fjør. Í 2008 var talið 13.051. Og talið er minkað hvørt ár síðani tá. 

Fráboðaðu ferðsluóhappini vóru eisini nógv færri í fjør enn í 2008. Tey vóru 474 í fjør og 848 í 2008. 27 fólk fingu skaða í ferðsluóhappum í fjør, tey vóru 67 í 2008.

Trý fólk fingu skaða í fjør í ferðsluóhappum, har bilførarin var rúsdrekkaávirkaður ella ávirkaður av øðrum, so sum heilivági.

117 fólk vórðu skuldsett fyri at koyra ávirkað í fjør. 91 teirra koyrdu uttan at gera nakað óhapp.

 

Les eisini

ferðsla, samfelag, veðrið, veður, samferðsla

Fleiri bøtur skrivaðar

Løgreglan ger nú um dagarnar grein 13-kanningar ymsa staðni um landið. Fleiri bilførarar fáa í næstum bót sendandi frá løgregluni

Tíðindi

posta.jpg

Ikki uppgávan hjá Posta at halda lív í bløðunum

Posta fer at hækka prísin á blaðútberingin, men enn er ikki greitt, hvussu nógv. Tað váttar Joel undir Leitinum, stjóri.

blod.jpg Príshækking verður banin hjá bløðunum

Hækkar Posta prísin á blaðútberingini, verður tað banin hjá føroysku bløðunum, sum vit kenna tey, sigur formaðurin í Føroya Blaðútgevarafelag

mgp_2017.jpg Kári Jacobsen: Danmark vinnur neyvan Eurovision

Where I Am er ikki eitt veruligt vinnaralag, heldur Kári Jacobsen, tónleikari

magnus_hansen.jpg Katastrofa at leggja landsveg í bústaðarøki

Tað sigur Magnus Hansen, arkitektur, um nýggja innkomuvegin, sum ætlanin er at gera í sambandi við Eysturoyartunnilin