Leiðslubygnaðurin ikki broyttur

Leiðslubygnaðurin ikki broyttur
Tað verða ikki fleiri ársverk í leiðslubygnaðinum fyri Glasir enn í bygnaðinum, sum var fyri skúlarnar, ið nú eru lagdir saman
 
17.02.2017 - 15:49

Tað upplýsir Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í svari til Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum, sum hevur spurt um nýggja leiðslubygnaðin.

Í gamla bygnaðinum vóru 13 ársverk, og tað verða eisini 13 ársverk í leiðslubygnaðinum fyri Glasir, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Fimm stjórar og seks deildarleiðarar

Á Glasi verða fimm stjórar, seks deildarleiðarar, fýra umsitingarleiðarar og tríggir útbúgvingarleiðarar. Rektarin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Glasi og ein dekanur hevur ábyrgdina av hægri og víðari útbúgvingum.

Tveir útbúgvingarstjórar hava ábyrgd av gymnasialum miðnámi og yrkisrættaðum námi, og ein umsitingarstjóri hevur ábyrgdina av umsitingini av skúlanum.

Teir seks deildarleiðararnir hava starvsfólka- og fakliga ábyrgd av lærarahópinum, og tríggir útbúgvingarleiðarar hjálpa útbúgvingarstjórunum at umsita útbúgvingarnar og næmingarnar.

Ikki ov nógv starvsfólk undir sær

KT-leiðarin, fyrisitingarleiðarin, fíggjarleiðarin og tekniski leiðarin vísa til umsitingarstjóran. Av tí at summi í leiðsluni eisini undirvísa, er bara ein partur av lønini, sum burturav er fyri leiðslu. 

Rigmor Dam sigur, at tað er umráðandi at skilja, at Glasir er ikki ein bygningur, men ein samanlagdur skúli, sum longu er fult virkin, og ar bygnaðurin ikki er tengdur at einum bygningi.

Skal ein víðgongd samanlegging eydnast, er neyðugt, at starvsfólkini kenna leiðaran og at hann kennir síni starvsfólk. Tað er bara gjørligt, um hvør leiðari ikki hevur ov nógv starvsfók undir sær, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum í svarinum til Bjørn Kalsø. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652