Astrup onki frætt um stevningina

Astrup onki frætt um stevningina
Jørn Astrup Hansen, fyrrverðandi nevndarlimur og stjóri í Eik, hevur onki frætt um hvørt Eik heldur fast um stevningina ella ikki.
 
18.02.2017 - 12:36


- Eg havi einki frætt frá Eik síðani nevndarfundin í gjár.

Tað sigur Jørn Astrup Hansen, tá vit spyrja, um hann hevur fingið boð, um nevndin í Eik ætlar sær at sleppa stevningini móti honum fyri bakbit og ærumeiðing í skattamálinum.

Nevndin í Eik hevði fund í Havn í gjár, og ærumeiðingarmálið skuldi, sambært Berlingske Business, viðgerast av nevndini.

Tað hevur ikki borið til at fáa orð á Torben Nielsen, nevndarformann í dag.

Tað kom fram í gjár í Berlingske Business, at Torben Nielsen er ikki so avgjørdur um stevningina móti Jørn Astrup Hansen, sum forstjórin í Eik, Súni Schwartz Jacobsen, er. Torben Nielsen er nevndarformaður, so hansara støðutakan vigar nógv í málinum.
Hann sigur við Berlingske Business, at kanska verður stevningin um ærumeiðing tikin aftur, og at hann samskiftir við Jørn Astrup Hansen um málið. Sum áður nevnt, so sigur Jørn Astrup Hansen við útvarpið í dag, at hann einki hevur frætt, síðani nevndarfundin í Eik í gjár.
Torben Nislen hevur sagt, at um til ber at fáa semju um eina loysn, ja, so verður stevningin tikin aftur. Men hendan útsøgnin kom, áðrenn hann hevði kunnað nevndina um sína støðu á nevndarfundinum í gjár.


23. september í fjør varð Jørn Astrup Hansen stevndur fyri bakbit og ærumeiðing fyri útsagnir í einum lesarabrævið í Sosialinum - Eik vil hava útsagnirnar dømdar deyðar. 
Jørn Astrup Hansen skrivaði í apríl undir yvirskriftini "EIK - Fup eller Fakta", at TAKS fekk skeivar og villeiðandi upplýsingar frá EIk, og at tað er ilt at trúgva, at TF Holding og nevndarformaðurin í bankanum, Toben Nielsen, vóru í góðari trúgv, tá leiðslan í Eik og TF Holding royndu at lensa landskassan fyri 90 milliónir krónur, sum bankin ikki hevði rætt til.

Síðani nógvu almennu umrøðuna, og almennu útsagnirnar hjá Jørn Astrup Hansen, kannaði TAKS málið av nýggjum, og broytti støðu. Gamaní hevði Eik rætt til frádrátt, sigur Taks, men rætta talið er ikki 90 milliónir, men null krónur. Ein kann siga, at Eik fekk rætt frá TAKS í, at bankin hevði rætt til frádrátt, men at Astrup hinvegin fekk rætt í, at Eik ikki hevði rætt til eina krónu.


Týsdagin í aðru viku, tann 28. februar, skal Eik svara advokatinum hjá Jørn Astrup Hansen. Verður stevningin ikki tikin aftur, so skal advokaturin hjá Astrup svara, og síðani fer rætturin - og tað verður so býarrætturin í Keypmannahavn - at gera av, nær sakarmálið skal viðgerast har.
Um málið kemur fyri rættin, fer advokaturin hjá Astrup at royna at fáa Eik at leggja niðurstøðuna hjá TAKS fram. Almenningurin er ikki sloppin at síggja hana - Taks sigur seg ikki kunna almannakunngera hana, tí tað sigur lógin, og Eik vil ikki leggja pappírini fram, hóast sjálvt Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur heitt á bankan um at gera júst tað. 


Fíggjarmálaráðið skal nú undir at kanna, hvat vendir upp og hvat vendir niður hjá TAKS í hesum málinum - arbeiðssetningurin er ikki liðugur enn, men ein spurningur er so, hví 90 milliónir, sum TAKS hevði givið Eik loyvi at draga frá, brádliga vísti seg at vera ein feilur, og at rætta upphæddin ikki var eitt einasta oyra í frádrátti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585