Avloysaraskip fyri Smyril funnið

Avloysaraskip fyri Smyril funnið
Strandfaraskip landsins hava leigað ferjuna Galaxy at sigla fyri Smyril, sum fer í dokk í Danmark
 
21.02.2017 - 15:50

Smyril fer til Danmarkar eftir midnátt fríggjakvøldið 17. mars. Og Galaxy fer fyrsta túrin av Tvøroyri til Havnar leygarmorgunin 18. mars.

Strandfaraskip landsins hava leigað Galaxy í 28 dagar. Ferjan er bara leigað teir dagar, hon er í Føroyum. Ikki teir 24 dagarnar, hon brúkar at sigla til Føroya og úr Føroyum aftur.

Leigan er sjey milliónir krónur umframt olju. Strandfaraskip fáa allar innntøkur av millum annað ferðaseðlasøluni.

Meginparturin av manningini útlendingar

30 útlendingar og 14 føroyingar fara at manna Galaxy, meðan ferjan er í Føroyum. Pláss verður fyri 400 ferðafólkum, og bildekkið tekur á leið líka nógvar bilar sum Smyril.

Smyril skal vera aftur í Føroyum 10. apríl, mánadagin í dymbildagavikuni.

Galaxy er bygd í 1979. Hon er skrásett í Panama, men eigararnir eru í Grikkalandi. Ferjan siglir vanliga millum Italia og Albania.

Ferðaætlanin hjá Galaxy er ikki kunngjørd enn. Men hon fer at sigla aftur og fram tvær ferðir um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652