Viðgera mál um útvísing

Viðgera mál um útvísing
Løgtingsmaður vil hava at vita frá løgmanni, hvørji stig politiski myndugleikin hevur tikið eftir at ein føroyingur varð útvístur úr Turkalandi
Hvørji stig hevur politiski myndugleikin tikið í sambandi við, at ein Silas Olofson varð afturhildin í Turkalandi? Jenis av Rana vil hava løgmann at svara uppá spurningin
 
21.02.2017 - 08:33

Hvørji stig hevur politiski myndugleikin tikið í sambandi við, at ein føroyskur prestur varð afturhildin í Turkalandi?

Tann spurningin vil Jenis av Rana, løgtingsmaður, hava Aksel Johannesen, løgmann, at svara í Løgtinginum.

Upplagt høvi at broyta kós

Spurningurin er settur sum munnligur fyrispurningur, og miðflokkatingmaðurin hevur hug at knýta málið saman við, at Løgtingið hevur samtykt at knýta tættari bond við Turkaland.

- Spurningur okkara er, um landsstýrið ikki í dag hevur eitt upplagt høvi at broyta kós og velja ferðalag saman við tjóðum, sum taka frástøðu frá hesi stjórn, ið so opinlýst kúgar sítt egna fólk - umframt leggjast á okkara, sigur Jenis av Rana í viðmerking til fyrispurningin.

Magni Arge, fólkatingsmaður, hevur reist fyrispurning í Fólkatinginum um føroyska prestin, sum varð útvístur í Turkalandi, við tað at hetta er danskt málsøki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585