Koba & Vatnhamar vístir í Svøríki og Grønlandi

Koba & Vatnhamar vístir í Svøríki og Grønlandi
Sviar og grønlendingar sleppa at síggja føroysku sendirøðina um Koba & Vatnhamar seinni í ár
 
22.02.2017 - 16:56

Sviar og grønlendingar skilja eftir øllum at døma føroyskan humor.

Í øllum førum hava umboð fyri sjónvarpsrásirnar í báðum londunum, ávíkavist SVT og KNR, boðað frá, at tey fegin vilja fáa hendur á eintøkum av sendirøðini Koba & Vatnhamar, sum varð send í Kringvarpinum í heyst.

Partur av norðurlendskum samstarvi

Avtalan er komin í lag í sambandi við Nordiff, sum er eitt samstarv millum allar norðurlendsku public service-rásirnar. Einaferð um árið hittast umboð fyri rásirnar at vísa hvørjum øðrum sjónvarpstilfar, sum tey hava framleitt.

Hvør sjónvarpsstøð kann seinni bera fram ynski at sleppa at vísa sínum sjónvarpshyggjarum eina ávísa sending.

Ì hesi vikuni boðaðu svenska og grønlendska umboðið frá, at tey fegin ynskja at senda Koba & Vatnhamar-sendirøðina.

Bilsin framleiðari

Kári Sólstein, framleiðari av Koba & Vatnhamar, er bilsin av boðunum.

 - Hetta kemur púra óvæntað á meg. Eg havi satt at siga gloymt alt um hasa sendingina, eftir alt tað rokið, sum tíverri kom, áðrenn seinasti parturin skuldi takast upp, sigur Kári Sólstein, sum leggur afturat, at hann ætlar at gera eina roynd at slætta sjógv millum báðar frontmenninar í eini roynd at gera eina sendirøð afturat seinni í ár.

 - Tað er greitt, at hetta er ein álitisváttan. Og kanska eisini ein kærkomin inntøkukelda til Kringvarpið, sum jú misti allar lýsingarinntøkurnar í fjør. So eg fari at gera eina roynd, sigur Kári Sólstein.

Vísa eisini aðrar sendingar

Umframt Koba & Vatnhamar, so hava norðurlendsku rásirnar eisini víst øðrum føroyskum sendingum ans.

Grønlendska KNR, svenska SVT og norska NRK hava valt sendingina "Drongurin við svarta beltinum". Eisini spildurnýggja sendingin um demens, "Vit eru enn til", verður væntandi at síggja á danska DR og grønlendska KNR.

Enn er ikki  greitt, nær ymisku norðurlendsku rásirnar fara at vísa sendingarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012