Landsdjóralæknin: Matvørutrygdin er í váða

Landsdjóralæknin: Matvørutrygdin er í váða
Vandin fyri lívshóttandi matar-eitran og ringum sjúkum verður fleirfaldaður, tá nýggju broytingarnar í matvørulógini eru komnar í gildi
Matvørutrygdin kemur í vanda, um ikki løggilding verður kravd
 
22.02.2017 - 12:04

Uppskot um nýggja matvørulóg er lagt fram í Løgtinginum.

Eingin løgilding verður við nýggju broytingunum, og tá heldur einki eftirlit við teimum, sum fara at gera og selja mat. Tað fer eisini at bera til at brúka innfluttar rávørur.

Verður løggilding ikki kravd av matvøruframleiðarum, kemur matvørutrygdin í stóran vanda, siga Birna Mørkøre, landsdjóralækni, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan í hoyringarsvari til uppskotið.

Lógaruppskotið ikki broytt

Grein 4 í matvørulógini sigur, at tey, sum gera matvørur at selja, eiga at gera tað á slíkan hátt, at fólk ikki gerast sjúk av tí.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið sigur seg ikki hava grundarlag fyri at seta til viks fakligu metingarnar frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og landsdjóralæknanum.

Men ráðið tekur kortini ikki undir við viðmerkingum teirra. Lógaruppskotið er tí ikki broytt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652