Søkja grunnar um stuðul

Søkja grunnar um stuðul
2,3 milliónir krónur eru játtaðar til at listprýða nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Restin av peninginum skal koma úr grunnum
Ein arbeiðsbólkur, ið er settur at fáa list til vega til nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, fer nú saman við listafólkunum at søkja ymsar grunnar um stuðul
 
24.02.2017 - 14:52

Listabólkurin, sum er settur at fáa list til vega til nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, fer nú saman við listafólkunum at søkja ymsar grunnar um stuðul til verkætlanina.

Í gjár varð avdúkað, at 2,3 milliónir krónur eru settar av til list til nýggja bygningin, og at trý listafólk skulu standa fyri høvuðslistini, meðan listaverk skulu keypast frá tveimum øðrum.

Trý listafólk gera høvuðsarbeiðið

Talan er um eina verkætlan sum varir í fýra ár. Ta tíðina, tað tekur at byggja nýggja sjúkrahúsbygningin á Landssjúkrahúsinum.

Tey trý listafólkini, sum skulu standa fyri høvuðslistini, eru Sigrun Gunnarsdóttir av Eiði, Guðrið Poulsen úr Havn og Havier Tapiana úr Chile, sum býr í Keypmannahavn.

Haraftrat skulu listaverk keypast frá Rannvu Kunoy og Brandi Patursson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585