Sonni Larsen skal venja U-21 landsliðið

Sonni Larsen skal venja U-21 landsliðið
Hondbóltssamband Føroya hevur í dag sett Sonni Larsen sum venjara hjá U-21 landsliðnum, sum skal til HM-endaspæl í summar
Nýggja venjaratoymið hjá U-21 landsliðnum. Sonni Larsen og Ingi Olsen
 
24.02.2017 - 11:06

Herfyri boðaði Kári Nielsen HSF frá, at hann ikki ynskti at halda fram sum venjari hjá føroyska U21 landsliðnum. HSF hevur nú kunngjørt venjaran. Tað verður danski Sonni Larsen, sum eisini er venjari hjá H71, ið tekur við starvinum.

Sonni Larsen, sum er 30 ár, er diplomvenjari frá donsku elituhondbóltsvenjaraútbúgvingini og harumframt kandidatur i ítróttarsálarfrøði og mannlívvirkisfrøði.

Hann skal saman við Inga Olsen standa á odda fyri U-21 landsliðnum, sum skal luttaka í HM-endaspælinum í Algeria í summar.

A-landsliðið hjá kvinnum

HSF hevur í dag eisini sett venjara til A-landsliðið hjá kvinnum. Tað verður bretin, Scott Harrington, sum eisini er venjari hjá Neistanum.

Scott Harrington, sum er 28 ár, er Bachelor í ítróttarvenjing og Master í Talentmenning og er nú í gongd við hægstu hondbóltsvenjaraútbúgvingina.

Sigrun Mikkelsen verður hjálparvenjari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819