Trump noktaði miðlum á tíðindafund

Trump noktaði miðlum á tíðindafund
Amerikanskir miðlar eru á gosi, eftir at nakrir teirra ikki sluppu á tíðindafund í Hvítu Húsunum í gjár.
 
25.02.2017 - 11:28

Umboðini hjá eitt nú CNN, The Los Angeles Times, BBC, The Guardian og New York Times vórðu vend í hurðini, tá tíðindafundur var í Hvítu Húsunum í gjár.

Meðan hesir miðlarnir noyddust at bíða uttanfyri, sluppu NBC, ABC, CBS og Fox News sluppu á fund við amerikanska forsetan.

Nakrir miðlar - eitt nú AP, Time Magasine og USA Today - boykottaðu tíðindafundin, tá teir frættu, at umboð fyri forsetan gjørdu mismun á miðlunum.

CNN átalar

CNN hevur longu gjørt vart við sína ónøgd:

"Hendan gongdin í Trump Hvítu Húsunum kann ikki góðtakast. Hetta er eftir øllum at døma hevndin, tá tú sigur frá tí veruleika, sum teimum ikki dámar. Vit halda fram at siga frá - óansæð, stendur í eini fráboðan, sum CNN hevur sent út á sosialu miðlunum.

Nakrar tímar undan tíðindafundin hevði forsetin funnist at miðlunum, tá hann helt røðu á eini privatari ráðstevnu.

"Teir eru fólksins fíggindar, tí teir hava ongar keldur, segði Trump á ráðstevnuni. "Teir finna bara uppá, tá teir ongar keldur hava, segði amerikanski forsetin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887