Landsstýriskvinnan vil hava lógina broytta

Landsstýriskvinnan vil hava lógina broytta
Innlendismálaráðið, ella Kommunala eftirlitið, skal eisini hava møguleika at fremja tiltøk móti kommunalum samstørvum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum, fer at biðja Løgtingið broyta kommunustýrislógina
 
27.02.2017 - 10:57

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum, fer at biðja Løgtingið broyta kommunustýrislógina.

Uppskotið um lógarbroytingina kemur eftir, at Løgtingsins umboðsmaður og Innlendismálaráðið funnust hvassliga at stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu, tá tað setti leiðara í 2015. 

Fingu einki gjørt

Hóast Innlendismálaráðið fanst at stýrinum, fekk tað einki gjørt, tí lógin hevur onga heimild til at fara eftir kommununalum samstørvum, bara eftir einstøkum kommunum.

Fyri at fáa eitt kommunalt samstarv at gera tað, sum tað hevur skyldu til at gera, kann landsstýrisfólkið geva limunum í samstarvinum tvingsils-sekt. 

Til dømis barnaverndartænastur og samstarv um eldarøkt og heimarøkt koma undir lógina, verður hon samtykt í Løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585