Metár hjá Bakkafrosti

Metár hjá Bakkafrosti
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti í fjør var ein milliard 165 milliónir krónur. Hetta er met hjá fyritøkuni
Á ársaðalfundinum hjá Bakkafrosti, sum verður 7. apríl, fer nevndin at skjóta upp, at 8,70 krónur verða goldin í vinningsbýti fyri hvørt partabræv
 
27.02.2017 - 08:57

Á ársaðalfundinum hjá Bakkafrosti, sum verður 7. apríl, fer nevndin at skjóta upp, at 8,70 krónur verða goldin í vinningsbýti fyri hvørt partabræv.

Hetta gevur 425 milliónir krónur í vinningsbýti. Nettoskuldin hjá Bakkafrosti var 635 milliónir krónur við ársenda 2016. Hon var 392 milliónir krónur við ársenda 2015.

Bakkafrost hevði 655 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við árslok 2016. Solvensurin hjá Bakkafrosti var tá 66 prosent.

Prísurin góður í 2016

Laksaprísurin var metgóður í 2016, tí eftirspurningurin var so stórur, og útboðið minkaði. Millum annað gjørdu algur í Kili, at 25 millónir laksar doyðu har.

Hetta svaraði til, at 100.000 tons av laksi ikki komu á marknaðin. Bakkafrost væntar at taka 55.500 tons av laksi í ár.

Bakkafrost hevur sett sær fyri, at 40-50 prosent av alda laksinum verða seld sum liðug vøra fyri fastan prís. 

Bakkafrost hevur gjørt avtalu um at selja lidnar vørur úr 36 prosentum av laksinum, sum verður kruvdur í ár. Bakkafrost hevur nú 820 fólk í fullum starvi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851