5.700 kvinnur tilboð um at kannast

5.700 kvinnur tilboð um at kannast
Farið verður nú undir at kanna allar 50-69 ára gamlar kvinnur fyri bróstkrabba. Mammografiscreeningin er í dag skotin í gongd á Landssjúkrahúsinum
Til samans 5.700 kvinnur í Føroyum skulu næstu tvey árini kannast fyri bróstkrabba. Mammografikanningar eru nú settar í verk í Føroyum
 
02.03.2017 - 15:39

Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, fegnast, nú tær fyrstu føroysku kvinnurnar eru kallaðar inn til mammagrafiscreening fyri bróstkrabba. 

Allar kvinnur í aldrinum 50 til 69 ár verða kallaðar inn at fáa tikið myndir av bróstunum. Ein mammografiscreening kann vísa broytingar í bróstinum, sum ikki ber til at merkja við fingrunum.

Gerast næstu tvey árini

Endamálið er at bjarga lívum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú kanningin er sett í verk. Byrjað verður at gera screeningarnar í næstu viku. 

Til samans 5.700 kvinnur eru í hesum aldursbólkinum, og tí verður screeningin gjørd yvir komandi tvey árini. Í fyrsta umfarinum eru 829 kvinnur kallaðar inn, og tá tvey ár eru farin, og allar kvinnur hava fingið tilboðið, fáa fyrstu kvinnurnar tilboð av nýggjum.

Tilboðið er bara fyri kvinnur yvir 50 ár og yngri enn 70 ár. Krabbameinsfelagið mælir til, at kvinnur yngri enn 50 ár sjálvar lata seg kanna og fara til lækna, um tær merkja nakað.

SÍ EISINI Ongar bróstkrabbakanningar fyribils

At fara undir screeningar av øllum kvinnum yvir 50 ár er ikki uttan vansar. Men fyrimunirnir eru nógv størri enn vansarnir, sigur Durita Tausen frá Krabbameinsfelagnum í samrøðu við útvarpið.

Mammografiscreeningin verður gjørd í samstarvi við Sjællands Universitets Hospital. Kanningar vísa, at millum 95 og 98 prosent av kannaðu kvinnunum fáa at vita, at eingin tekin eru um krabbamein.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964