Útlendingar fíggja føroyskar filmar

02.03.2017 - 11:03
MentanLeiklist
Útlendingar fíggja føroyskar filmar
Roynt verður nú at fáa útlendingar til Føroya at fíggja filmsgerð. Vinnumálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot
Vinnumálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um tað, tey kalla afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum. Roynt verður at fáa útlendingar til Føroya at fíggja filmsgerð
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Afturfyri skulu føroysk feløg fáa ein fjórðing aftur av pengunum, sum verður settur í filmar og sendirøðir. Kravið er, at í minsta lagi ein fjórðingur av fíggingini er útlendskur.

Vinnumálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um tað, tey kalla afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum.

Vinnumálaráðið sigur, at fyri at menna føroyska filmsvinnu og førleikar at gera film, verður mælt til at gera skipanir, sum eggja til at fáa útlendskar filmsframleiðslur til Føroya.

Filmsverkætlanin skal vera egnað til at breiða út føroyska mentan, søgu ella náttúru. Eisini skal framleiðslan menna listarliga og tøkniliga vitan og førleikar í føroysku filmsvinnuni.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. oktober
Hetjur í hæddunum
Mánadag 16. oktober
3-2
Sunnudag 15. oktober
Andaktin
Sunnudag 15. oktober
Møti úr Frelsunarherinum
Hósdag 12. oktober
Kendir føroyingar: Kjølbro