Brúk fyri væl meira peningi

Brúk fyri væl meira peningi
250 milliónir krónur eru alt ov lítið at læna til bygging, skulu Bústaðir halda fram at menna føroyska bústaðarmarknaðin
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur broytt lógaruppskotið hjá sær, so allir føroyingar, og ikki bara stovnsligir íleggjarar, kunnu keypa lánsbrøv í Bústøðum
 
03.03.2017 - 10:36

Tað er tí ikki rætt at avmarka lánsmøguleikarnar hjá Bústøðum í lógini, sum er farin í Løgtingið úr Fíggjarmálaráðnum.

Felagið Peningastovnar sigur í hoyringarskrivi, at føroyski sethúsamarknaðurin var verdur 25,4 milliardir krónur 31. desember í fjør. Føroyska pensjónsuppsparingin var 10 til 11 milliardir.

Nógv størsti parturin er plaseraðar uttanlands. Samanborið við hesi tøl eru 250 milliónir ikki nógv, sigur felagið Peningastovnar. Og Bústaðir taka undir við hesum sjónarmiði. 

Lógaruppskotið broytt

Kristina Háfoss hevur broytt lógaruppskotið hjá sær, so allir føroyingar, og ikki bara stovnsligir íleggjarar, kunnu keypa lánsbrøv í Bústøðum.

Bara stovnsligir íleggjarar kunnu læna Bústøðum pengar. Millum størstu stovnsligu íleggjarar í Føroyum í løtuni eru LÍV, Betri pensjón, Samhaldsfasti, ALS, Realurin og Tjaldur.

Ein onnur broyting er, at til ber at fara aðrastaðni í Føroyum eftir fígging, um nóg nógv fígging ikki fæst frá stovnsligum íleggjarum. Hetta verður gjørt í samráði við Landsbanka Føroya.

UIppskot skal tryggja fleiri bústaðir

Lógaruppskotið skal gera, at fleiri leigubústaðir verða bygdir í Føroyum. Bústaðir fáa við uppskotinum loyvi at læna 250 milliónir krónur við at skriva út lánsbrøv í Føroyum, ella við at taka lán frá stovnsligum íleggjarum í Føroyum.

Viðvíkjandi tí, sum felagið Peningastovnar sigur um avmarkaðu møguleikarnar at læna pengar, sigur Kristina Háfoss, at Bústaðir skulu veita trygd í fastari ogn fyri fíggingina.

Fíggingin skal harafturat koma frá føroyskum íleggjarum ella lángevarum. Hesar báðar fortreytirnar skulu forða fyri, at føroyska uttanlandsskuldin veksur, og at landskassin kemur at hefta fyri fíggingini hjá Bústøðum upp til 250 mió. kr. 

Fíggjarmálaráðið: Tørvurin nógv størri

Felagið vísir eisini á, at uppskotið kann fáa neiligar avleiðingar á sethúsasøluna uttanfyri miðstaðarøkið. Men Fíggjarmálaráðið metir, at tørvurin á bústøðum er nógv størri enn 250 milliónir krónur, sum Bústaðir kunnu byggja fyri.

ALS sigur seg hava lutfalsliga gott gjaldføri. So at siga alt er sett í útlendsk virðisbrøv, - stórur partur í donsk lánsbrøv.

Tað er ikki óhugsandi, at ALS hevði flutt nakað av hesum gjaldføri til Føroya, og í staðin fyri at fíggja donsk sethús hevði brúkt ein part av gjaldførinum til at fíggja leiguíbúðir í Føroyum, stendur millum annað í hoyringarskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584