Uppskot: Gevið foreldrum pening til ansing

Uppskot: Gevið foreldrum pening til ansing
Tað skal verða lagaligari hjá foreldrum, ið arbeiða skiftandi tíðir, at fáa børnini ansað, heldur flokkur, ið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið
Tað skal verða lagaligari hjá foreldrum, ið arbeiða skiftandi tíðir, at fáa børnini ansað, heldur Fólkaflokkurin, ið hevur eitt uppskot fyri Løgtingið
 
06.03.2017 - 11:19

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um, at ansingargjaldið skal fylgja barninum. Grundgevingin hjá Fólkaflokkinum fyri at lata foreldrunum ansingargjaldið er at barnaansingin ikki í nóg stóran mun nøktar tørvin hjá teimum, ið hava skeivar arbeiðstíðir. 

Tað vil siga teimum, sum arbeiða uttan tíðarskeiðið frá klokkan 7 til 17, eitt nú starvsfólk á sjúkrahúsum, røktarheimum og og fiskavirkjum.

- Tíðin er komin at gera frælsið størri, og harvið tænastuna fyri øll. Tað kann gerast við at lata peningin fylgja barninum" sigur Fólkaflokkurin í uppskotinum.

Kommunurnar gjalda í miðal 70.000

Flokkurin hevur roknað seg fram til, at kommunurnar í miðal rinda 70.000 krónur árliga til barnaansing fyri hvørt barn. Og foreldrini rinda 20.000 krónur. Hetta gevur foreldrunum til samans 90.000 krónur fyri hvørt barnið.

Anaingargjaldið skal geva foreldrum møguleika at keypa barnaansing frá privatum ansingarstovnum, frá arbeiðsplássinum, frá au-pair ella at grannaløg taka seg saman og skiftast um ansing. Eisini kunnu tey keypa tænastuna frá kommunalu ansingarskipanini, sigur Fólkaflokkurin í uppskotinum.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar, har Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, ið skal geva kommunum heimild at lata foreldrum pengarnar, sum barnaansingin kostar fyri kommununa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010