Eftirlýsa vitni til herverk í kirkjugarði

Eftirlýsa vitni til herverk í kirkjugarði
Herverk er gjørt í Gamla kirkjugarðinum í Havn. Nú verður sóknast eftir vitnum, ið hava sæð okkurt, sum kann beina løgregluna á slóðina
Tórshavnar kommuna eftirlýsir nú vitni til herverk, sum er framt í gamla kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn
Mynd: torshavn.fo  
 
07.03.2017 - 15:37

- Onkur ókendur hevur verið við sag og skorið niður frá hond. Trø eru illa farin, og runnar skaddir. Mett verður, at ógerðin ikki er gjørd av kønum fólki. Stór rúgva av greinum er savnað saman miðskeiðis í kirkjugarðinum.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni, torshavn.fo, eftir at herverk er gjørt í gamla kirkjugarðinum á Svínaryggi í miðbýnum í Havn, har træ og runnar eru skorin niður.

Kommunan eftirlýsir nú vitni, ið kunnu hava sæð okkurt, ið kann hjálpa løgregluni at uppklára málið um herverkið í kirkjugarðinum, sum er 235 ára gamal. Vitni kunnu ringja til løgregluna ella á kommunukontórið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010