Útlendski peningurin úr vinnuni um fimm ár

bannari
Útlendski peningurin úr vinnuni um fimm ár
Útlendingar, sum eiga í føroyska fiskiflotanum, fáa til 1. januar 2022 at fara haðani við sínum pengum
 
07.03.2017 - 11:10

Í uppskotinum hjá landsstýrinum um fiskivinnunýskipan stendur, at útlendingar skulu ikki kunna eiga í ella hava avgerðarrætt í feløgum, sum sleppa at reka føroyska fiskiveiði. 

Bara feløg ella einstaklingar, sum eru heimahoyrandi, eru skrásett og hava høvuðssæti í Føroyum, kunnu ráða yvir rættindum at reka fiskiveiði.

Eingin, sum ikki er heimahoyrandi í Føroyum, kann eiga í felagi, sum rekur fiskiveiði her. Fyri at útlendingarnir ikki noyðast at fara út frá degi til dags verður ein fýra ára skiftistíð.

Útlendsk fígging framvegis loyvd

Verða partabrøv hjá útlendingum seld í skiftistíðini, tað er fyri 2022, kunnu bara føroyingar keypa hesi partabrøv. Fígging úr útlandinum verður tó framvegis loyvd í nýggju skipanini.

Útlendingar sleppa at vera í nevnd og stjórn í feløgum, sum reka fiskiveiði í Føroyum. Men meirilutin í nevndini skal vera heimahoyrandi í Føroyum. Hetta krav verður tó ikki sett nevndarformanninum.

Kravið til stjórar verður, at teir, tá teir gerast stjórar, skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum í Føroyum og vera fult skattskyldugir í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584