Nýskipanin fer at merkja landsfundin

bannari
Nýskipanin fer at merkja landsfundin
Fiskivinnunýskipanin fer uttan iva at fylla nógv í politiska orðaskiftinum á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum á Hotel Vágum leygardagin
 
10.03.2017 - 12:37

Politiskt orðaskifti er á skránni eftir formansfrágreiðingina, sum verður klokkan tíggju. Tað kom fram í gjár, at Sambandsflokkurin er ikki heilur í fiskivinnupolitikkinum.

Magni Laksafoss, løgtingsmaður og næstformaður í Sambandsflokkinum, segði við Útvarpið í gjár, at Sambandsflokkurin átti at gjørt semju við samgonguna um fiskivinnunýskipanina.

Hann mælti flokkinum til at gera semju, tá tey samráddust við samgonguna, men fekk ikki undirtøku fyri hesum í tingbólkinum. Magni Laksafoss sigur, at Sambandsflokkurin fekk nógv tað mesta av sínum við í samráðingunum við samgonguna: 

Á skránni fyri landsfundin í morgin er millum annað politikkmenning í Sambandsflokkinum, sum Magni Laksafoss sum verkætlanarleiðari fer at tosa um. Hetta evnið var eisini á skránni fyri landsfundin í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585