Stórur búskaparvøkstur í Íslandi

Stórur búskaparvøkstur í Íslandi
Ferðavinnan og tær tænastur, hon hevur við sær, kasta meira av sær enn útflutningurin
Mynd: Savnsmynd  
 
12.03.2017 - 13:40

Tað gongur væl í Íslandi, og í fjør var búskaparvøksturin 7,2 prosentstig, vísir ein fyribilsuppgerð. Tað var serliga seinasta partin av árinum, at tað gekk væl, og í seinasta fjórðingsárinum var vøksturin 11,3 prosentstig.

Búskapurin er vaksin 10 prosent síðani fíggjarkreppuna í 2008. Tá var landið um at fara á húsagang, og mátti biðja altjóða valutagrunnin, IMF, um lán. Í oktober í 2015 var lánið afturgoldið, og tað var fyrsta lánið, sum IMF lat nøkrum landi í vesturheiminum í 20 ár.

Íslendski búskapurin veksur, hóast Rusland hevur sett bann fyri innflutningi av fiski úr m.ø. Íslandi. Haraftrat lækkar prísurin á aluminium, sum Ísland útflytir nógv av.

Stórur vøkstur í ferðavinnuni

Nógvu ferðafólkini leggja hópin av peningi eftir seg í Íslandi, og fyri fyrstu ferð síðani farið varð undir at føra hagtøl, í 1945, kann Ísland vísa á, at tænastuvinnurnar kasta meir av sær enn útflutningurin. Í fjør vóru tænastuvinnurnar 27 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Ferðavinnan veksur við einum triðingi um árið.

Vanliga liggur Kina ovarlaga, tá talan er um búskaparvøkstur, men í fjør var búskaparvøksturin í Kina 6,7 prosentstig, heldur minni enn tann íslendski. Tað var kortini nógv, tí í londunum vestanfyri var búskaparvøksturin bert 1,7 prosentstig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585