Brexit kann nú setast í verk

Brexit kann nú setast í verk
Nú er greitt, at bretski forsætisráðharrin, Theresa May, kann fara undir tilgongdina at taka Bretland úr ES
Bæði yvirhúsið og undirhúsið hava samtykt, at Theresa May kann seta grein 50 í ES-sáttmálanum í gildi, sum ber í sær, at farast kann undir samráðingar um at taka Bretland úr evropeiska samveldinum
 
14.03.2017 - 17:11

Bæði yvirhúsið og undirhúsið hava samtykt, at Theresa May kann seta grein 50 í ES-sáttmálanum í gildi, sum ber í sær, at farast kann undir samráðingar um at taka Bretland úr evropeiska samveldinum.

Stórur meiriluti var í undirhúsinum fyri lógarbroytingini, 335 atkvøður voru fyri og 287 ímóti. Yvirhúsið hevur roynt at skoyta treytir upp í lógina, til tess at tryggja rættindi hjá ES-borgarum í Bretlandi, men undirhúsið tók ikki undir við tí.

Tey, sum vóru ímóti lógarbroytingini í yvirhúsinum, siga, at hetta er stytsta sjálvmorðsbræv í søguni, skrivar BBC.

SÍ EISINI Vilja geva ES-borgarum í Bretlandi størri rættindi

Tað var bretski hægstirættur, sum kravdi, at parlamentið skuldi góðkenna at taka Bretland úr ES, eftir at ein meiriluti á fólkaatkvøðu atkvøddi fyri Brexit.

Theresa May, forsætisráðharri, hevur gjørt greitt, at hon fer at taka Bretland úr ES, og at grein 50 í ES-sáttmálanum verður sett í verk seinast í hesum mánaðinum.

Tað fer at taka tvey ár at samráðast um eina nýggja avtalu um viðurskiftini millum ES og Bretland í framtíðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584