Loyvið til vatnorkuna endurnýggjað

Loyvið til vatnorkuna endurnýggjað
SEV sleppur at nýta vatnorkuna í Streymoynni, Eysturoynni, Vágum og í Suðuroynni í 20 ár aftrat, men onnur kunnu eisini sleppa at nýta vatnið
SEV sleppur at brúka vatnorkuna í nøkrum oyggjum nøkur ár aftrat. Nýggja loyvið er galdandi í 20 ár, men tey eru avmarkað í økisvídd
 
15.03.2017 - 14:09

Tað hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, gjørt av. Í 1963 fekk SEV loyvi at nýta vatnorkuna í Streymoynni, Eysturoynni, Vágum og Suðuroyunni í 50 ár. 

Loyvið hevur verið longt, meðan arbeitt hevur verið við at lata nýggju loyvini. Verandi framleiðsluloyvi fara úr gildi í 2019.

Nýggja loyvið er galdandi í 20 ár, men tey eru avmarkað í økisvíddd, so tey bara fevna um innsavningarøkini, haðani SEV hevur fingið vatnorkuna til verandi verk, og ikki um heilar oyggjar. 

SÍ EISINI Virða ikki hoyringsrættin

Ein annar munur er, at landsstýriskvinnan eisini kann loyva øðrum at gagnnýta vatnorkuna í somu økjum. Tó skal fyrilit takast fyri virkseminum hjá SEV.

Tað er umráðandi, at so týðandi grundarsteinur undir samfelagsvirkseminum, sum elframleiðsla er, hevur so tryggar karmar sum til ber, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

- Hinvegin skal myndugleikin eisini hava møguleika at lata nýggj loyvi at gagnnýta vatnorkuna, um umsøkjararnir hava fingið loyvi til at framleiða el, sigur Sirið Stenberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691