Meira peningur má játtast

Meira peningur má játtast
Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum mælir til at játta 19,2 milliónir krónur afturat til at útbyggja Landssjúkrahúsið
19,2 milliónir krónur afturat mugu játtast til Landssjúkrahúsið, so allur kjallarin kann gravast út
 
15.03.2017 - 08:30

Tað ger Fíggjarnevndin, so allur kjallarin kann gravast út, og ikki bara hálvur, sum landsstýrið mælir til í sínum uppskoti. Kjallarin, sum kemur afturat, kann brúkast til goymslu, sigur Fíggjarnevndin.

Peningur verður í hesum umfarinum tó ikki játtaður til at gera høli til goymslu. Landstýrið mælir til at hækka játtanina frá 2013 til útbyggingina 144,1 milliónir krónur upp í 633,4 milliónir krónur. 

Men Fíggjarnevndin mælir til at fara heilt upp í 652,6 milliónir, so 18 milliónir verða brúktar til at grava hina helvtina av kjallaranum út og stoypa hana, og 1,2 milliónir verður brúktar til at umvæla venjingarhylin.

Tað er neyðugt, heldur Fíggjarnevndin, nú landsstýriskvinnan ætlar, at endurvenjingin á Landssjúkrahúsinum skal styrkjast sum liður í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819