Útrokningar: Kvoturnar hjá nótaskipum minka nógv

bannari
Útrokningar: Kvoturnar hjá nótaskipum minka nógv
Kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild minka við einari helvt og makrelkvoturnar við einum triðingi í uppskotinum um fiskivinnunýskipan
Uppskotið um fiskivinnunýskipan hjá landsstýrinum ber í sær, at svartkjaftakvoturnar hjá nótaskipunum minka 48 prosent, kvoturnar av norðhavssild 56 prosent, og makrelkvoturnar minka 33 prosent
 
17.03.2017 - 17:33

Uppskotið um fiskivinnunýskipan hjá landsstýrinum ber í sær, at svartkjaftakvoturnar hjá nótaskipunum minka 48 prosent, kvoturnar av norðhavssild 56 prosent, og makrelkvoturnar minka 33 prosent. Tað vísa útrokningar, sum felagið Nótaskip hevur gjørt.

Felagið vísir á, at í uppskotinum verður einki upplýst um, hvussu verandi skipabólkar verða raktir. Men í samskifti við Fiskimálaráðið hevur felagið tó fingið greiði á, hvussu uppskotið skal skiljast, tá kvoturnar skulu roknast. 

Óvist hvussu nógv verður selt til stutttíðarloyvi

Útrokningarnar byggja á ta fortreyt, at uppsjóvarkvoturnar næsta ár verða tær somu sum í ár. Møguleikin, at nótaskipini kunnu keypa upp í 15 prosent av eitt ára loyvum á uppboðssølu, er ikki tikin við í roknistykkið, tí lógaruppskotið tilskilar ikki, hvussu stórar nøgdir verða seldar til stutttíðarloyvi. 

Tað skal landsstýrismaðurin áseta kunngerð. Tey, sum eru í vinnuni, kunnu ikki bjóða uppá meðal- ella langtíðarloyvi, sigur felagið. Felagið Nótaskip sigur, at svartkjaftakvotan í ár er 380.000 tons, tá tað, vit lata øðrum, er farið burturav.

Eftir gamla býtinum, tá eingin uppboðssøla var, høvdu nótaskipini fingið 288.000 tons. Men eftir útrokningarskipanini í uppskotinum hevði hann verið 195.000 tons. 

Kvoturnar minka tilsvarandi

Umleið 123.000 tons høvdu farið á uppboðssølu, og tí minka kvoturnar samsvarandi býtislyklinum, sum vinnan og Fiskimálaráðið samdust um í 2009. Makrelkvotan at luta út er 110.000 tons. 

Frá 2009 til 2016 hevði parturin hja nótaskipunum verið ein sløk helvt, og verður hetta talið brúkt í roknistykkinum, høvdu nótaskipini fingið 55.000 tons eftir gomlu skipanini. Men eftir nýggju skipanini hevði hann verið 37.000 tons.

Sildakvotan er umleið 113.000 tons, og tað er umleið tað sama sum í 2013, tá vit fóru burtur úr strandalandasamstarvinum um norðhavssildina, og ásettu okkum egna kvotu.

Parturin hjá verandi aktørum minkar støðugt

Í 2013 fingu nótaskipini 57 prosent av tí, sum varð lutað út, og í roknistykkinum hjá Nótaskipum hevði hetta givið 64.000 tons eftir gomlu skipanini, meðan nýskipanaruppskotið hevði givið 28.000 tons.

Felagið Nótaskip sigur, at eitt er, at kvoturnar sambært nýskipanini minka fyrsta árið, men uppskotið ber í sær, at parturin hjá verandi aktørum støðugt minkar, tí verandi aktørar kunnu ongantíð fara upp um tonsatalið, sum teir fáa tillutað tað fyrsta árið.

Tá ein stórur partur av uppsjóvarkvotunum skal seljast, ella latast nýggjum aktørum, fer hetta burtur av tí, sum verandi aktørar høvdu í gomlu skipanini, sigur felagið Nótaskip. Uppskotið hjá landsstýrinum er sent til hoyringar, og hoyringarfreistin er 27. mars. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887