Arbeiða í hvør sína ætt

Arbeiða í hvør sína ætt
TF Holding tekur eitt stórt stig at samansjóða samtakið men landsstýrismaðurin arbeiðir við at seta eitt skott millum tryggingar- og bankavirksemi
Átta feløg í TF Samtakinum, sum kunnu skipast í Ognarfelag, Móðurfelag og dóttirfeløg hava í dag skift navn, so øll koma undir heitið Betur, sambært tíðindaskrivi frá samtakinum
 
21.03.2017 - 15:02

Samstundis sum landsstýrismaðurin í Vinnumálum arbeiðir við at eini roynd at skilja TF Samtakið sundur, tekur TF-Holding Samtakið enn eitt stig at samansjóva samtakið.

Eitt felag - ein hurð. Tað er millum annað boðskapurin í tíðindaskrivinum, sum er sent út í dag, og felags heitini "Betri" siga søguna um eitt felag. Seinni í dag fer Betri eisini at boða frá leiðslubroytingum í samtakinum. 

Átta feløg í TF Samtakinum, sum kunnu skipast í Ognarfelag, Móðurfelag og dótturfeløg hava í dag skift navn, so øll koma undir heitið Betur, sambært tíðindaskrivi frá Samtakinum. Tey átta feløgini eru:

  • Ognaðarfelag Tryggingartakaranna
  • TF-Holding
  • Eik
  • Inni
  • Betri Pensjón
  • TF Íløgur
  • Tryggingarfelagið
  • Faroeese Insurance Company Guernsey Ltd.

Móðurfelagið eitur Betri PF, Eik skiftir navn til Betri Banki, Trygginarfelagið Føroyar skiftir navn til Betri Trygging, meklarafyritøkan Inni skiftir navn til Betri Heim.

Hvat verður av Faroeese Insurance Company Guernsey Ltd og TF-Íløgur fáa vit helst meira at vita um seinni í dag, tá samtakið kemur við eini fráboðan um broytingar í leiðsluni í samtakinum.

SÍ EISINI Eik og Tryggingarfelagið fáa nýtt navn

Navnabroytingin er ein roynd at samansjóva samtakið og átakið kemur samstundis sum landsstýrismaðurin í vinnumálum arbeiðir við eini roynd at skilja samtakið sundur.

Sambært formanninum í TF Holding er hendan kósin stungin út í kortið fyri langari tíð síðani og hon tekur ikki atlit til royndina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at skilja risasamtakið sundur. 

Vil minka um váðan

Atfinningar mótvegis bygnaðinum har milliardir av harraleysum pengum vekja minnir frá gamla Eik og grunninum, sum fór logandi á heysin í 2010.

Hetta, umframt atfinningar av førleikunum í nevndunum í frágreiðing frá Fíggjareftirlitinum, hevur fingið Poul Michelsen at fara undir eina tilgongd, ið skal minka váðan fyri einum skrædli, sum kann fáa alt samfelagið at ridla. 

Samtakið Betri PF, sum TF Samtakið eitur í dag, er ein risi í føroyska fíggjarheiminum við sínum 2,6 milliardum í eginpeningi og einum leiðslubygnaði, har fólk verða vald demokratiskt og ikki eftir førleikum.

SÍ EISINI Gott ár hjá TF Holding

Síðani er landsstýrismaðurin farin undir eina tilgond saman við trygingareftirlitnium og PF Betur, og tað kunnu koma broytingar í upprunaliga uppskotinum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Hann sigur í stuttari viðmerking í dag, at hann hevur fingið at vita, at tað ikki er ein trupulleiki at marknaðarføra seg saman og kortini hava ymisk feløg, men rennur Betri PF seg í trupulleikar, fer hann at taka neyðugu avgerðirnar, sigur Poul Michelsen við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585