Spyr um privatisering av Posta

Spyr um privatisering av Posta
Kári P. Højgaard vil hava Poul Michelsen at svara um privatisering av Posta.
 
22.03.2017 - 09:12

Løgtingsmaðurin hjá Sjálvstýrinum spyr landsstýrismannin,  hvørji ítøkilig stig landstýrismaðurin fer at taka í málinum, og um roknað verður við, at samgongan fer at taka undir við hesum?

Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur Kári P. Højgaard, at á IN.fo er Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tann 1. mars 2017 endurgivin fyri at siga, at Posta skal avtakast og gerast til ein almennan stovn, og at hækkanin av kostnaðinum fyri blaðútberan fer avstað við øllum miðlastuðlinum

Tí sigur Kári P. Højgaard, at tá landsstýrisfólk alment koma út við so greiðum fráboðanum, má hetta takast í álvara, og ivaleyst kenna starvsfólkini á Posta ivasemi og ótta, nú ótryggleiki enn einaferð er reistur um framtíðar virksemi hjá almenna partafelagnum.

Prísurin hjá Posta hækkar fyrsta apríl við umleið einari krónu fyri hvørt blað, ið verður borið út.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585