Andorra vinnur sjáldan fótbóltsdystir

Andorra vinnur sjáldan fótbóltsdystir
Tað er langt millum snapsirnar í Andorra, sum er mótstøðuliðið hjá føroyska fótbóltslandsliðnum
 
24.03.2017 - 07:03

Andorra telist millum minstu fótbóltstjóðirnar í Evropa. Tó hevur landið fleiri íbúgvar enn Føroyar. Á leið 85.000 fólk búgva í Andorra.

Í høvuðsstanum, Andorra la Vella, har dysturin verður spældur, búgva umleið 23.000 fólk.

Fáir sigrar

Teir 85.000 íbúgvarnir eru ikki so vanir at síggja sítt fótbóltslandslið vinna, tí tað hevur bara einaferð eydnast teimum at vinna ein undankappingardyst.

Í 2005 vann Andorra á heimavølli 1-0 á Makedonia í HM-undankappingini. Hetta bleiv besta undankappingini hjá Andorra nakrantíð, sum vann sær fimm stig.

Hini bæði stigini komu við javnleikum móti Finnlandi á heimavølli og móti Makedonia á útivølli.

Tað hevur ikki eydnast teimum at vinna sær stig í nakrari aðrari undankapping.

Hóast tað er sera langt millum sigrarnar, so eydnaðist tað fyrr í ár tann 22.februar at vinna á San Marino í venjingardysti.

Hetta var fyrsti fótbóltssigurin hjá Andorra í góð tólv ár.

Hava fyrr spælt móti Andorra

Føroyar og Andorra hava einaferð áður spælt móti hvørjum øðrum. Tað var í venjingardysti í San Fernando í Spania í 1999. Dysturin endaði 0-0.

Teir ellivu, sum landsliðsvenjarin Allan Simonsen setti á vøllin frá byrjan, vóru hesir

1.Jens Martin Knudsen
2.Óli Johannesen TB
3.Jens Kristian Hansen B36
4.Pól Thorsteinsson B36
5.Hans Fróði Hansen HB
6.Øssur Hansen B36
7.Henning Jarnskor
8.Julian Johnsson Kongsvinger IL
9.Allan Mørkøre HB
10.Uni Arge HB
11.Jákup á Borg B36

Teir flestu spæla í sponsku fimtu deild

Spanski hópurin er í stóran mun mannaður við spælarum úr felagnum Futbol Club Andorra.

Felagið hevur heimstað í Andorra, men hevur síðan 1948 spælt undir sponsku landskappingunum.

Í dag spæla teir í deildini, sum eitur Primera Catalana, sum er at meta sum fimta deild í Spania.

Ein spælari, Moises San Nicolás, kemur úr felagnum FC Lusitanos, sum spældi móti EB/Streymi í innleiðandi umfarinum í Champions League í 2013.

Dysturin í Andorra endaði 2-2, meðan EB/Streymur smurdi teir av á Tórsvølli. Sundalagsmenn vunnu heili 5-1.

Venjarin

Koldo Álvarez de Eulate hevur verið venjari hjá Andorra síðani 2010. 

Hann var landsliðsmálverji frá 1998 til 2009 og verður mettur at vera landsins besti fótbóltsspælari nakrantíð.

Hann hevði í nøkur ár sáttmála við spanska felagið, Atletico Madrid, men hann er ikki skrásettur fyri nakran dyst.

Liðskiparin

37 ára gamli verjuspælarin, Ildefons Lima, er liðskipari hjá Andorra. Hann hevur spælt 104 landsdystir.

Fyrr var hann áleypari, og hann er eisini spælarin, sum við sínum ellivu málum hevur skotið nógv flest mál fyri Andorra.

Hann dugir enn, halt millum annað eyga við honum, tá Andorra hevur hornaspark. Hann er sterkur í luftspælinum.

Er Andorra aftanfyri við einum máli, tá fáir minuttir eru eftir, verður liðskiparin fluttur fram í álopið.

Í dag spælir Lima fyri Futbol Club Andorra, men hann hevur roynt seg í eitt nú Italia, Grikkalandi og Italia.

Leikvøllurin

Heimavøllurin hjá Andorra er Estadi Nacional. Pláss er fyri 3.300 áskoðarum. 

Fótbóltssambandið í Andorra hevur lagt nógv fyri, so tað verður útselt leygarkvøldið.

Sjónvarpslýsingar hava verið í lokalu sjónvarpsrásini, sum skal lokka áskoðarar at koma til dystin.

Føroyar favorittur

Tað er ikki vanligt, at Føroyar eru favorittur at vinna ein undankappingardyst, men tað eru vit hesaferð.

Veddingarfyritøkurnar geva tær pengarnar umleið 6-7 ferðir aftur, um Andorra vinnur dystin.

Vinna Føroyar dystin aftur, fært tú pengarnar 1,53 ferðir aftur.

Úrtøkan hjá Andorra hevur heldur ikki verið nógv at reypa av higartil. Teir hava einki stig fingið í bólki B og málúrtøkan er 1-13.

Føroyar hava fýra stig. Málúrtøkan er 2-8.

Bólkur B

1.Sveis 12 stig
2.Portugal 9 stig
3.Ungarn 7 stig
4.Føroyar 4 stig
5.Lettland 3 stig
6.Andorra 0 stig

Dystir:

25.03.2017 Andorra-Føroyar
25.03.2017 Sveis-Lettland
25.03.2017 Portugal-Ungarn

Beinleiðis í sjónvarpinum

Dysturin millum Andorra og Føroyar verður spældur leygardagin klokkan 17.00. Sjónvarpið sendir beinleiðis. Vit byrja klokkan 16.45

Leivur Frederiksen sigur frá dystinum. Viðmerkjari er Sigfríður Clementsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010