Eftirlitið verður hert

Eftirlitið verður hert
Eftirlitið við føroyska heilsuverkinum skal broytast. Landslæknin verður í framtíðini meira framsøkin í eftirlitinum
Higartil hevur landslæknin kannað mál, sum hann hevur fingið kærur ella upplýsingar um, at onkur ikki klárar galdandi krøv. Men nú skal hann gera meira framsøkin í kanningunum
 
24.03.2017 - 18:40

Higartil hevur landslæknin kannað mál, sum hann hevur fingið kærur ella upplýsingar um, at onkur ikki klárar galdandi krøv. Men nú skal hann gera meira framsøkin í kanningunum.

Eftirlitið við heilsuverkinum verður broytt í sambandi við at partar av donsku heilsulógini skulu setast í gildi í Føroyum. Hendan lógin er til viðgerðar í Løgtinginum í løtuni. 

Landslæknin skal arbeiða meira framsøkið

Eftir galdandi reglum hevur landslæknin eitt sokallað »reaktivt eftirlit« við heilsuverkinum. Tað vil siga, at landslæknin ger eftirlitsvitjanir ella kanningar um hann fær upplýsingar uttanifrá um at viðurskifti ella atferð hjá heilsustarvsfólki ikki stendur mát við krøvini.

Talan kann til dømis vera um eina kæru, um onkur vendir sær til landslæknan við upplýsingum ella um eitt mál kemur fram í miðlunum. Tað eru altso upplýsingar, sum koma uttanífrá, sum gera, at landslæknin kannar eitt mál. 

Men í framtíðini skal landslæknin eisini verða meira framsøkin í eftirlitsarbeiðnum, og fremja eitt sokallað váðagrundað eftirlit. Tað vil siga, at landslæknin í framtíðini skal meta um, hvar størstu vandarnir fyri sjúklingatrygdina eru í heilsuverkinum og síðani gera kanningar av hesum. 

SÍ EISINI Nýggj skipan skal tryggja sjúklingar

Landslæknin kann meta um, hvat neyðugt er at kanna við at samanbera ymiskar upplýsingar. MIllum annað váðametingar, kærur, upplýsingar frá sjúklingum, heilsustarvsfólki og almennum stovnum, og miðlaumrøðu.

Verðandi eftirlit verður sostatt nágreinað og supplerað tá Landslæknin - umframt at kanna mál, har alt ikki er farið rætt fram - eisini fær skyldu at meta um, hvar størstu trupulleikarnir eru í heilsuverkinum, og kanna hesi viðurskriftini.

Mett verður, at hetta fer at betra um sjúklingatrygdina, stendur í lógaruppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887