3,5 milliónir í kommunalum stuðli

3,5 milliónir í kommunalum stuðli
Vágs býráð samtykti mánakvøldið at játta síðsta stuðulin, ið sambært kommununi er neyðugur fyri at Marghøllin kann byggjast
Vágs býráð letur einari nýggjari marghøll tvær milliónir krónur í stuðli á fíggjarætlanini fyri 2017 og 1,5 milliónir krónur afturat á fíggjarætlanini fyri 2018
 
28.03.2017 - 11:39

Vágs býráð letur høllini tvær milliónir krónur í stuðli á fíggjarætlanini fyri 2017 og 1,5 milliónir krónur afturat á fíggjarætlanini fyri 2018. Harumframt er Vágs Kommuna sinnað at gera leigusáttmála við Vágs Ítróttarráð, sum letur høllina byggja.

Við leigusáttmálanum fáa kommunalir stovnar í Vági, ítróttafeløg og onnur atgongd til at brúka Marghøllina. Marghøllin kostar til samans 14 milliónir krónur at byggja.

Marghøllin er 75,5 metrar long, 50 metrar breið og 15 metrar høg á miðjuni. Í høllini verður hálvur fótbóltsvøllur, sum er 60 x 40 metrar. Harumframt verða góðar umstøður til frælsan ítrótt.

Rennibreyt verður runt vøllin, og umstøður verða til longdarlop, 3-lop og hæddarlop. Í høllini verður eisini ein 12 metrar høgur klatriveggur. Sambært Vágs Kommunu verður marghøllin tikin í nýtslu í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887