Óvæntaður sigur til Merkel

Óvæntaður sigur til Merkel
Konservativi flokkurin hjá Angelu Merkel, samveldiskanslara, CDU, vann óvæntað landspartavalið í landspartinum Saarlandi sunnudagin
 
28.03.2017 - 10:09

CDU fekk 40,7 prosent av atkvøðunum. Sosialdemokratiski flokkurin, SPD, fekk 29,6 prosent. Veljarakanningarnar upp undir valið vístu, at tað fór at standa á jøvnum millum stóru flokkarnar.

Síðani Martin Schultz gjørdist nýggjur formaður og kanslaraevni hjá SPD, hevur gingið væl hjá sosialdemokratunum í veljarakanningunum.

Roknað varð við, at tað fór at síggjast aftur í valúrslitinum í Saarlandi sunnudagin. Men tvørturímóti - hevði CDU framgongd.

Geva ábendingar um valúrslitið í heyst

Tvey landspartaval eru eftir fyri samveldistingsvalið í heyst. Og úrslitið av teimum kann benda á, hvussu valúrslitið verður í heyst.

Politiskir eygleiðarar siga, at týskarar eru ovfarnir av, hvussu Angela Merkel roynist á uttanríkispolitiska økinum í løtuni.

Nógv halda, at Merkel er trygga valið, og at Svhultz er nýggjur og óroyndur. Og í ótryggum tíðum, velja týskarar ofta tað trygga, sigur tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum í Berlin, Michael Reiter. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585