Privatu miðlarnir fáa nú stuðul

Privatu miðlarnir fáa nú stuðul
Løgtingið samtykti fyri løtu síðani uppskotið hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, ið skeyt upp, at privatu miðlarnir fáa fíggjarligan stuðul
Privatu fjølmiðlarnir í Føroyum fáa nú pening úr landskassanum. Tingið hevur endaliga samtykt uppskotið hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum
 
28.03.2017 - 12:11

Privatu fjølmiðlarnir fáa nú pening úr landskassanum. Løgtingið hevur endaliga samtykt uppskotið hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um miðlastuðul.

Meirilutin í Fíggjarnevndini skeyt upp at broyta eina orðing í uppskotinum, soleiðis at miðlarnir skjalprógva útreiðslur til lønir í staðin fyri útreiðslur til rakstur, tá biðið verður um stuðul, og tann broytingin varð samtykt.

Meirilutin segði í álitinum, at hann leggur stóran dent á redaksjonella arbeiðið, dygdargott innihald og sjálvstøðuga sakliga viðgerð, sum heldur seg til fjølmiðlasið, og meirilutin mælti eisini til, at lógin verður endurskoðað um fýra ár.

Tvær milliónir krónur eru játtaðar á fíggjarlógini í ár til miðlastuðul, samstundis sum lýsingarinntøkurnar hjá Kringvarpinum fara í landskassan. Ein óheft, sakkøn nevnd skal meta um, hvørjir tíðindamiðlar kunnu søkja um miðlastuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585