Eru farnir at umvæla Ran

Eru farnir at umvæla Ran
Trolarin, sum fekk ein sjógv á Flemish Cap, er komin á Havnina, har svartkalvin verður landaður
 
05.04.2017 - 11:45

Trolarin Ran kom á Havnina í gjár, eftir at skipið varð noytt at bróta túrin av, tí ein sjógvur breyt fimm rútar á brúnni, tá teir lógu bakk við Flemish Cap.

Skipið hevur sløk 200 tons av svartkalva í lastini, og túrurin var góður, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari. Fiskurin verður landaður í dag, og hann er seldur, sigur reiðarin.

Seta nýggjar rútar í

Arbeiðið at seta nýggjar rútar í brúnna á Ran er longu byrjað, og nøkur tól skulu skiftast. Samstundis verður kannað, um el-skipanin hevur fingið skaða, og um neyðugt er at skifta fleiri tól, enn tey, sum hava fingið sjónligan skaða.

Arbeiðið verður mett at taka eina til tvær vikur, so fer Ran aftur til fiskiskap.

Tað var í lýsingini 27. mars at Ran fekk ein sjógv, meðan teir lógu bakk við Flemish Cap. Sjógvurin buglaði brúnna, og hann breyt eisini fimm rútar á brúnni. Fýra mans vóru á brúnni, tá sjógvurin breyt, og tveir av teimum fingu snuddir.

24 mans við

24 mans vóru við skipinum, sum fór til fiskiskap 23. februar.

Teir byrjaðu fiskiskapin á Atlantshavsrygginum, men har var lítið at fáa, og tí hildu teir leiðina fram yvir á Flemish Cap at fiska svartkalva.

Fiskiskapurin eftir svartkalva var góður, og Ran fekk sløk 200 tons, sum nú verða landað í Havn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819