Løgreglan: Trý fólk deyð eftir atsókn

Løgreglan: Trý fólk deyð eftir atsókn
Svenska løgreglan váttar nú, at trý fólk higartil hava latið lív eftir atsóknina seinnapartin, tá ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu
Trý fólk eru deyð og átta hava fingið skaða í eini atsókn í svenska høvuðsstaðnum seinnapartin, tá ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu
Mynd: SVT  
 
07.04.2017 - 15:53

Ein lastbilur koyrdi seinnapartin inn í eina mannamúgvu við Åhlens-keypsmiðstøðina miðskeiðis í Stokkhólmi. Minst trý fólk eru deyð og átta onnur hava fingið løstir.

Tað váttaði svenska løgreglan fyri lítlari løtu síðani fyri svenska sjónvarpinum. Løgreglan hevur illgruna um, at talan er um yvirgang, líknandi yvirganginum í Nice og Berlin.

Ein gerningsmaður er handtikin fyri atsóknina, skriva svenskir fjølmiðlar. Hesi tíðindi eru tó ikki váttað enn, skrivar svenska sjónvarpið, SVT, á heimasíðuni beint áðrenn klokkan 16.

Danska løgreglan á varðhaldi

- Ríkisløgreglan fylgir støðuni í Stokkhólmi neyvt, og vit meta so hvørt um tiltøk eru neyðug at seta í verk, sigur løgreglan í einari almennari fráboðan fyri løtu síðani á Twitter.

Tað var stutt fyri klokkan tvey okkara tíð, at ein lítil lastbilur við nógvari ferð koyrdi inn í fólk, sum gingu á Drotninggatan í Stokkhólmi, tætt við stóra handilshúsið, Åhlens, og helt síðani fram inn í sjálvan bygningin.

- Svøríki er álopið. Alt bendir á, at hetta var ein yvirgangsatsókn. Tað sigur Stefan Löfven, svenski forsætisráðharrin, í kjalarvørrinum á atsóknini, sambært svenskum fjølmiðlum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858