SÍ er í FM-finaluni

SÍ er í FM-finaluni
Í allarsíðsta leikumfari tryggjaði SÍ sær pláss í FM-finaluni í flogbólti
 
09.04.2017 - 14:24

Mest avgerandi dysturin í Meistaradeidini hjá monnum hetta kappingarárið var á skránni í Sørvági millum SÍ og ÍF. Áðrenn dystin var greitt, at vinnarin tryggjaði sær pláss í FM-finaluni ímóti Fleyr.
 
ÍF nógv betri byrjan
Liðini fylgdust upp til tíggju i fyrsta setti, men so vann ÍF seg nakað framum og helt ein mun niður til SÍ.

Blokkurin hjá ÍF stóð væl, umframt at álopsspælið var sterkt. SÍ-leikararnir tóktust nakað ráðaleysir og sama kann vera sagt um áskoðararnar. ÍF vann settið trygt, 18-25.
 
SÍ vaknar
Tað sást beinan vegin í øðrum setti, at tað var eitt annað SÍ-lið, sum kom á vøllin.

Alt var betri enn í fyrsta setti. Servutrýst, avgjørd álop og gott verjuspæl setti sin dám á spælið.

ÍF kom undir trýst og Boban Ilic, leikandi venjari í ÍF kendi seg noyddan at taka time-out við støðurnar 5-8 og 9-14, men har var einki at gera, og settið varð tapt 25-15 til SÍ.

Gongdin var júst tann sama í 3. setti. SÍ helt seg nøkur stig frammanfyri og tók stýringina av dystinum.

Serliga vóru beiggjarnir Teitur og Nils Erik Anderson eyðsýndir , sum fleiri ferðir avgjørdu við hørðum smasjum. SÍ vann settið 25-19.
 
Spennandi 4. sett
Nú lá alt til SÍ, sum helt á við sterkum spæli. ÍF reisti seg so mikið, at munurin langt út í settið var lítil, men tó við SÍ frammanfyri.

Mitt í settinum verður javnleikur, men tá er tað at liðskiparin hjá SÍ, Nils Erik Anderson rættiliga vísir, hvussu góður hann er. Tað er eingin ivi um, at hann er krút sterkur, og tað fekk ÍF at føla nakrar heit avgerandi bóltar, sum gjørdu, at SÍ vann seg framum 18-16 og ÍF tók time-out.

Tað steðgaði tó ikki SÍ, sum vann seg longur fram til støðuna 22-19 og seinni 24-20. ÍF legði eitt seinasta trýst á, men so sigandi fyri dystin slapp Nils Erik at avgera seinasta bóltin og vann liði sínum pláss í FM-finalunum ímóti Fleyr.

ÍF endar á triðja plássi og fær bronsu.

Finalurnar
Bæði kvinnu og mansfinalurnar verða spælar í høllini á Hálsi 13. og 15. apríl

13-04-2017 14.00 Fleyr-SÍ (m.)
13-04.2017 17.00 Dráttur-KÍF (kv.)
15-04-2017 13.00 Dráttur-KÍF (kv.)
15-04-2017 15.30 Fleyr-SÍ (m.)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819