Grønlendingar brúk fyri hjálp á grønlendskum

Grønlendingar brúk fyri hjálp á grønlendskum
Grønlendska landsstýrið ætlar at stovna sendistovu í Reykjavík. Danmark ger ikki nóg nógv, vísti Polar Nanoq málið.
Vittus Qujaukitsoq, landsstýrismaður í uttanríkismálum.
 
14.04.2017 - 13:17

Tað er ikki at meta sum ein atfinning móti Danmark, at Grønland nú fer at lata upp eina sendistovu í Íslandi.
Men tað er ein sannroynd, at danskir myndugleikar geva ikki grønlendingum í Ísland nóg góða tænastu.
Hetta kom væl til sjóndar, tá tveir menn við grønlendska trolaranum Polar Nanoq vórðu tiknir í sambandi við, at Birna Brjánsdóttir varð fyribeind.
Danska Uttanríkisráðið veitti ikki nóg góða hjálp tá, heldur landsstýrið, hvørki viðvíkjandi tolking ella við at hjálpa tiknu monnunum at fáa samband við síni avvarðandi í Grønlandi. 

Ikki atfinning

Men tað er tó ikki fyri at finnast at Uttanríkisráðnum, at Grønkand letur upp sína egnu sendistovu í Íslandi, leggur landsstýrið dent á, samabært KNR, grønlendska kringvarpinum.  
Vittus Qujaukitsoq, landsstýrismaður, sigur við KNR, at eingin atfinning er komin frá landsstýrinum móti borgaratænastuni hjá Uttanríkisráðnum, hóast stjórin har, René Dinesen, sigur nakað annað.
Hann kennir tað soleiðis, sum at landsstýrið fanst at Borgerservice fyri tann mátan, hon handfór Polar Nanoq málið.
Tað segði hann, eftir at hava lisið uppskotið hjá landsstýrinum um at stovna sendistovu í Reykjavík. 
Í tí stendur, at donsku myndugleikarnir megnaðu ikki at geva grønlendsku manningini á Polar Nanoq ta hjálp, sum hon hevði fyri neyðini tá í januar. 
Føroyingar vóru eisini við skipinum.    

Stovnaði hotline

Vittus Qujaukitsoq sigur, at brúk er fyri meira hjálp enn teirri, sum donsku myndugleikarnir veita.
Millum annað samskifti á grønlendskum og ikki bara á donskum og enskum. 
Tí stovnaði grønlendska Uttanríkisráðið í Nuuk eina sonevnda hotline frá 19. til 24.januar, har sum stivliga 20 fólk fingu hjálp á bæði grønlendskum og donskum.
Ísland hevur havt sendistovu í Nuuk síðani 2013.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010