Seinasta hondin løgd á nýskipanina í Suðuroynni

bannari
Seinasta hondin løgd á nýskipanina í Suðuroynni
Týsdagin fer samgongan til Suðuroyar at tingast um og leggja seinastu hond á uppskotið um at nýskipa fiskivinnuna
Eitt ár og sjey mánaðir eftir, at hon tók, er samgongan um at koma á mál við fiskivinnunýskipanini.
 
14.04.2017 - 09:16

Talan er um eitt umfatandi lógaruppskot, sum fevnir breiðari enn verandi lóg um vinnuligan fiskiskap. Ætlanin er millum annað, at heimaflotin skal fara frá fiskidagaskipan til eina kvotaskipan.

Havstovan skal saman við vinnuni gera umsitingarætlanir, sum vera lagdar fyri Løgtingið, sum samtykkir ætlanir fyri mest týðandi fiskasløgini.

Í dag er tað Løgtingið, sum hvørt ár ásetir mest loyvdu veiðu, men við uppskotinum skal landsstýrismaðurin gera tað innanfyri karmarnar í umsitingarætlanini.

Ikki kvotur til øll

Kvotaskipanin verður tó ikki galdandi fyri øll. Útróðrarflotin varðveitir fiskidagaskipanina, tí júst tann parturin av heimaflotanum hevur avbjóðingar við blandingsfiskiskapi. Tá verður fiskidagaskipanin hildin at hava sínar fyrimunir.

Men fyri restina av fiskiskapinum fer fiskidagaskipanin í søguna, um samgongan ikki broytir hetta á Tvøroyri í næstu viku.

Við kvotum væntar landsstýrið at kunna stýra, hvussu nógv verður tikið burturúr stovnunum á hvørjum árið, og harvið verður lættari at fylgja tilmælum um, hvat er lívfrøðiliga burðardygt.

Støddin á kvotunum verður roknað út frá fiskiskapinum seinastu 10 árini. Og kvoturnar verða ikki longur knýttar at einstaka skipinum, soleiðis, sum tað hevur verið undir verandi lóggávu.

Ætlanin er eisini at bøta um atkomiligheitina hjá ymiskum økjum í Føroyum til fiskatilfeingið. 75% av øllum fiski skal landast í Føroyum, og 60% av veiddum fiskinum skal bjóðast út til føroysk virki.

Umstríddar økiskvotur

Ein av mest umstríddu ásetingunum í uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni eru sonevndu økiskvoturnar.

Fortreytirnar fyri at eitt ávíst øki í landinum skal fáa kvotu, er at økið manglar arbeiðspláss og hevur eitt negativt demografiskt mynstur, sum ger tað trupult at fáa fólkavøkstur. Landsstýrismaðurin skal í kunngerð áseta, um kvotur skulu oyramerkjast til eitt øki.

Og um fýra ár skal allur útlendskur ognarskapur verða lúkaður úr fiskivinnuni, verður uppskotið ikki broytt í næstu viku og samtykt í Løgtinginum.

Øll, sum sigla við føroyskum skipum, skulu fylgja føroyskum manningarsáttmálum, og øll skulu hava føroyskt arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Uppboðssølan

Og so er tað tann sera nógv umrødda og nógv umstrídda uppboðssølan.

Ein partur av fiskirættindunum skulu sambært uppskotinum bjóðast út, men tað er ymiskt fyri hvørt fiskaslagið, hvussu hesin parturin skal roknast út.

Landsstýrið skjýtir upp, at nýggj rættindi er tað, sum er omanfyri miðalfiskiskapin seinastu tíggju árini. Nýggj rættindi skulu bjóðast úr. Verandi rættindi vera verandi hjá teimum, sum í dag hava tey.

Men, hvørja ferð heildarkvotan veksur, skal tað, sum legst afturat, bjóðast út. Hetta verður eisini galdandi, um kvotan fyrst minkar og síðani veksur aftur.

Verandi rættindi verða galdandi í 8 ár rullandi, tað vil siga tey skulu endurnýggjast hvørt ár. Nýggj rættindi verða galdandi í annaðhvørt eitt, trý ella átta ár í senn.

Fyri botnfisk verður tann parturin av heildarkvotuni, sum fer upp um miðaltonsatalið seinastu 10 árini boðin út.

Uppsjóvarfiskurin

Í uppsjóvarvinnuni leggur uppskotið upp til ein annan leist at gera av, hvussu nógv skal bjóðast út. Her verða fyrst 20% av føroysku heildarkvotuni boðin út sum stutttíðarrættindi.

Av tí, sum er eftir, sleppa verandi reiðarar at varðveita tann partin av kvotuni, sum er á sama stigi sum føroyska heildarkvotan var 31. desember 2007. Tann parturin, sum í dag fer upp um støðið í 2007, verður eisini boðin út.

Av makreli hevði sostatt ein triðingur verið boðin út í dag, um uppskotið verður samtykt, meðan heili 74% av norðhavssild hevði verið boðin út.

Og so eru tað nógv umrøddu anti-trust reglurnar, sum skulu avmarka, hvussu nógv rættindi einstakar fyritøkur kunnu hava ræði á. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur sagt, at hámarksreglurnar eru neyðugar fyri at verja fólkaræðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585