Norðurkorea ávarar USA ímóti at leypa á

Norðurkorea ávarar USA ímóti at leypa á
Svarað verður aftur við kjarnorkuvápnum, sigur Norðurkorea.
Savnsmynd
 
15.04.2017 - 10:05


Norðurkorea hevur ávarað USA um ikki at vera ágangandi og sigur landið vera til reiðar at svara aftur við kjarnorkuvápnum.

Viðmerkingarnar eru komnar í samband við hátíðarhaldið fyri Kim Il Sung, fyrsta forseta landsins, nú 105 ár eru liðin síðani hann varð føddur.

Í hesum sambandi var stór hernaðar-skrúðgonga í høvuðsstaðnum Pyongyang, har Kim Jong-un, forseti, var til steðar, og gitt verður at høvið eisini fer at vera brúkt til at gera enn eina kjarnorku-royndarspreinging.

Millum vápnini á hernaðar-framsýningini var ein langsberandi rakett, sum kann skjótast út frá einum kavbáti.

- Norðurkorea er til reiðar til eitt altumfatandi kríggj, verður landið álopið, sigur Choe Ryong-hae, ið verður hildin at vera næsti maður Kim Jong-un, forseta.

Amerikanskur flogberi á veg

Norðurkorea hevur framt fimm royndarspreingingar við kjarnorkuvápnum og hevur roynt eina røð av rakettum.

Norðurkorea var á dagsskránni á fundinum millum kinesiska og amerikanska forsetan í Florida herfyri. Donald Trump, forseti, heldur, at Kina ger alt ov lítið fyri at avmarka ta hóttan, sum USA heldur, at Norðurkorea er.

- Um Kina vil hjálpa til, so ongantíð betur, hevur Donald Trump sagt, men um Kina ikki ger tað, loysa vit trupulleikan uttan teirra hjálp, sigur amerikanski forsetin.

Amerikanski varaforsetin Mike Pence er á veg til Suðurkorea og onnur lond í Asia, og amerikanski flogberin "Carl Vinson" er á veg til koreansku hálvoynna saman við eini flotadeild.

- Vit hava sent ein sterkan herflota avstað, sigur Donald Trump, forseti, í samrøðu við Fox Business Network.

---

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887