Fólk við autismu skulu eisini fáa stuðul

Fólk við autismu skulu eisini fáa stuðul
Í 2015 blivu annars møguleikarnar at fáa stuðul uttalands skerdir
 
16.04.2017 - 10:08

Løgtingið samtykti á vári 2015 at skerja møguleikarnir at veita stuðul til útbúgving uttanlands, sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk. Hetta fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum hjá landskassanum, tí tað var mett, at tað er bíligari fyri landið at veita stuðul til útbúgvingar í Føroyum. 

Síðani 2015, hava tað einans verið fólk við sjónbreki ella hoyribreki, sum hava havt rætt til stuðul til útbúgving uttanlands sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk. 

Men nú skal lógin aftur broytast, so eisini fólk við autismu ella somu eyðkennum í ávísum førum kunnu fáa stuðul til útbúgving uttanlands. 

Orsøkin til, at Eyðgunn Smauelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur lagt uppskot fram um at broyta lógina nú, er at í summar fáa fyrstu næmingarnir úr serflokkinum fyri autistar í Hoydølum miðnámsprógv. Víst verður í lógaruppskotinum á, at persónar við autismu, sum fullføra miðnámsskúlan, hava góð útlit til at fóta sær á vanliga arbeiðsmarknaðinum, og harvið forsyrgja sær og sínum, men tað er avgerðandi fyri tey, at tey fáa eina førleikagevandi útbúgving. 

Men persónar við autismu ofta hava ofta serligar avmarkingar at velja útbúgving, og kunnu hava tørv á ymsum stuðulsskipanum í samband við lestur. Eisini hava nakrir persónar heilt serligar førleikar innan eitt avmarkað øki, og tbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum innan júst hetta økið eru ikki altíð til staðar. 

Tá møguleikin at fáa stuðul úr lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk var skerdur í 2015, var annars mett, at tað bert vóru fólk við sjónbreki og hoyribreki, sum vóru serliga avmarkað í mun til útbúgvingar í Føroyum, og at tað var fíggjarliga skynsamari at veita teimum stuðul til útbúgving uttanlands heldur enn at seta á stovn fyriskipanir í Føroyum.

Men mett verður also nú, at eisini fólk við asutismu hava tørv á stuðuli til útbúgving uttanlands.

Víst verður í lógaruppskotinum á, at tað er ikki vist, at tað til ber at bjóða ta útbúgvingina í Føroyum, sum ein persónur við autismu megnar at taka, og tí kann tað blíva skynsamari at veita stuðul uttanlands, heldur enn at menna víðfevndar skipanir í Føroyum til einstakar persónar.

Víst verður í lógaruppskotinum eisini á, tað bert eru einstakir persónar, sum væntandi fara at lúka treytirnar fyri stuðli til útbúgving uttanlands. 

Fáa næmingar, sum annars hava góð útlit til at kunna fóta sær á arbeiðsmarknaðinum, ikki møguleikan at nema sær eina førleikagevandi útbúgving, kann avleiðingin blíva, at tey ikki koma á vanliga arbeiðsmarknaðin, stendur í lógaruppskotinum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585