Løgreglan kannar ferðsluóhapp og harðskapsmál

Løgreglan kannar ferðsluóhapp og harðskapsmál
Um vikuskiftið hevur løgreglan fingið tvær fráboðanir, sum í løtuni verða kannaði nærri
 
16.04.2017 - 13:17

Løgreglan kannar í løtuni eitt harðskapsmál, har ein kvinna hevur meldað fyrrverandi unnusta sín til løgregluna. Harðskapurin fór fram fyrradagin, men kvinnan meldaði málið í gjár. Enn er ikki greitt, hvussu álvarsligur harðskapurin er. Í løtuni verða bæði kvinnan og maðurin hoyrd í málinum. 

Í nátt klokkan fimm fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsuóhapp á Marknagilsvegnum í Havn. Førarin, sum løgreglan enn ikki hevur fingið fráboðan frá, rendi á eina vegoyggj á Marknagilsvegnum í Havn.

Longri frammi fann løgreglan ein bil, sum stóð parkeraður. Bilurin hevði fingið skaða, og tí heldur løgreglan, at tað helst er hesin bilurin, ið hevur rent á oynna. Løgreglan hevur enn ikki funnið fram til bilføraran, men arbeiðir í løtuni við málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652