Samráðast aftur um sáttmálan fyri gistingarhús

Samráðast aftur um sáttmálan fyri gistingarhús
Føroya arbeiðskvinnufelag samráðast framvegis við Føroya arbeiðsgevarafelag um sáttmála fyri starvsfólk sum arbeiða gistingarhúsum og matstovum.
 
16.04.2017 - 13:13

Limir hjá teimum fimm arbeiðarafeløgunum, Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsvkinnufelag, Havnar Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, skrivaðu undir sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag í mai í fjør, men tá var semja ikki um sáttmálan fyri Gistingarhús og matstovur.

Síðani hava fleiri fundir verið millum feløgini, og enn ein roynd verður gjørd týsdagin at finna semju um sáttmálan. 

Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, vil ikki siga meira ítøkiligt, hvat ósemjan snýr seg um, áðrenn samráðingarnar týsdagin, men samráðingarnar eru komnar nokso langt, vísur hon á. 

Havnar arbeiðskvinnufelag hevur fyrr verið í hernað móti matstovuvinnuni fyri ikki at løna starvsfólkum ordiligt. 

Í summar í fjør vísti Havnar arbeiðskvinnufelag á, at starvsfólk á matstovum og gistingarhúsum ikki fáa ta løn og tær sømdir, sum tey eiga sambært sáttmálanum. 

Tá ásannaði Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, at talan var um ítøkiligan trupulleika í matstovu- og gistingarhúsvinnuni. 

Málið hevur verið partur av sáttmálasamráðingunum millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafela.

Føroya arbeiðskvinnufelag tók fyrrárið stig til eitt átak at savna og lima starvsfólk í vinnuni í avvarðandi fakfeløg, og Vígdis Johannesen sigur, at viðurskiftini eru batna í matstovuvinnuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585