Kanna um hospice skal gerast

Kanna um hospice skal gerast
Landsstyriskvinnan fer at seta ein bólk, ið skal gera eitt tilmæli um, hvussu palliativa økið í Føroyum skal skipast í framtíðini
 
18.04.2017 - 13:46

Kannað verður nú, um eitt hospice skal gerast í Føroyum. Eitt hospice er eitt heim fyri deyðsjúk fólk. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fer í næstum at seta ein bólk við avvarðandi pørtum og myndugleikum at endurskoða palliativa økið og gera eitt tilmæli um, hvussu økið eigur at verða skipað í framtíðini.

Í hesum sambandi skal støða eisini takast til, hvussu tilboðið til heimabúgvandi sjúklingar, sum hava tørv á palliatión, kann styrkjast sum ein landsfevnandi skipan.

Palliativ viðgerð er viðgerð, sum er linnandi, men ikki lekjandi. Eisini er ætlanin, at bólkurin skal taka støðu til, um eitt hospice skal setast á stovn í Føroyum, og um so er, hvussu tað skal skipast. 

Eingin formlig eftirmeting verið enn

Sirið Stenberg hevur svarað Katrini Kallsberg, løgtingskvinnu, sum spurdi millum annað, um skipanin við palliativa toyminum og palliativu eindini er eftirmett. Palliativa toymið varð stovnað í 2005 og palliativa eindin í 2008. Enn hevur ongin formlig eftirmeting verið. 

Viðvíkandi tilboði til heimabúgvandi sjúklingar, sum hava tørv á palliatión, verður tað latið í samstarvi millum heimasjúkrarøktarfrøðingar og heimahjálp, sum fáa professionellan stuðul frá palliativa toyminum. Eisini kann hugsast, at røktarheim fáa regluliga undirvísing í palliatión, sigur landsstýriskvinnan. 

Sirið Stenberg sigur eisini, at hon hevur verið í sambandi við avvarðandi leiðslu á Landssjúkrahúsinum um tað palliativa økið og tørvin á at seta á stovn eitt hospice í Føroyum.  Partarnir eru samdir um, at tørvur er á at endurskoða økið, sigur Sirið Stenberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887