Fáir umsøkjarar til stjórastørv

Fáir umsøkjarar til stjórastørv
Áhugin fyri at vera stjóri á Landsbókasavninum og Tjóðsavni Føroya er rættiliga lítil
Trý fólk hava søkt starvið sum stjóri á Landsbókasavninum, og fýra hava søkt stjórastarvið á Tjóðsavninum
 
19.04.2017 - 13:45

Seinasta freist at søkja størvini var mánadagin. Trý fólk hava søkt starvið sum stjóri á Landsbókasavninum, og fýra hava søkt stjórastarvið á Tjóðsavninum.

Søkt varð eftir stjórum til Landsbókasavnið og Tjóðsavnið eftir at Søvn Landsins herfyri vórðu skild sundur aftur og stjórin á Søvnum Landsins varð fluttur í annað starv.

Setanarbólkar verður nú settir at viðgera innkomnu umsóknirnar til størvini. Bólkarnir gera síðani innstilling til landsstýriskvinnuna, sum so avger, hvør skal setast í starv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652