Forsetin: Turkaland verður ikki einaræði

Forsetin: Turkaland verður ikki einaræði
Turkaland verður ikki nakað einaræði, nú forsetin, Recep Tayyip Erdogan, fekk meiriluta fyri sínum uppskotum á fólkaatkvøðuni sunnudagin
Turkaland verður ikki einaræði hóast forsetin fekk meiriluta fyri sínum uppskotum á fólkaatkvøðuni, lovar Erdogan sjálvur
 
19.04.2017 - 11:10

Tað sigur í øllum førum Erdogan forseti sjálvur. Hann vísir aftur, at broytingarnar í stjórnarskipanini snúgva seg um hansara egna persónliga vinning. Hann sigur, tær snúgva seg um eina umskapan av demokratisku søguni hjá Turkalandi.

At Erdogan fær størri vald og heimildir við broytingunum í stjórnarskipanini gera ikki, at hann verður einaræðisharri, leggur hann sjálvur dent á.

- Tey støðini, sum hava einaveldi, hava ikki skipanir við forsetaembæti. Fólkaræðið fær sína styrki frá fólkinum. Tað er tað, sum vit kalla viljin hjá tjóðini, sigur Erdogan við CNN.

SÍ EISINI Valúrslitið gevur Erdogan nógv størri vald

Tað var sunnudagin, at ein tepur meiriluti á fólkaatkvøðu í Turkalandi atkvøddi fyri at broyta stjórnarskipanina. Til samans 18 broytingar verða gjørdar.

Millum annað at Erdogan kann sita sum forseti heilt til 2029, um hann vinnur næstu valini. Hann kann seta í verk undantaksstøðu og senda tingið til hús.

Hann kann gera fíggjarlógir og velja flestu av ovastu dómarunum. Sjálvur letur Erdogan seg ikki órógva av, at broytingarnar vórðu samtyktar av teprum meiriluta. Ein sigur er ein sigur.

SÍ EISINI Fólkaatkvøða í Turkalandi um vald forsetans

- Tað ger tað sama, um tú vinnur 1-0 ella 5-0. Fremsta málið er at vinna dystin, sigur forsetin, Recep Tayyip Erdogan, við sjónvarpsstøðina, CNN.

Altjóða valeygleiðarar og Evroparáðið hava eftir fólkaatkvøðuna funnist at, at tey, sum eru ímóti broytingunum í stjórnarskipanini, høvdu ikki somu møguleikar at fáa boðskapin út til veljararnar.

Eygleiðararnir siga, at nei-vongurin fekk munandi minni talu-tíð í teimum miðlunum í Turkalandi, sum eru statsstýrdir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858