Stórur vøkstur í inn- og útflutninginum

Stórur vøkstur í inn- og útflutninginum
Vit innfluttu og útfluttu fyri nógv meira fyrstu tveir mánaðirnar í ár enn sama tíðarskeið í 2016. Millum annað brennievni munaði væl
 
19.04.2017 - 10:05

Innflutningurin í januar og februar var 1,2 milliardir krónur, sigur Hagstovan. Hetta er 20 prosent meira enn fyrstu tveir mánaðirnar í fjør. Verða skip og flogfør drigin frá, so er innflutningurin minni - nevniliga 10 prosent.

Tað, sum vit serliga hava innflutt, er brennievni. Ikki endiliga so nógv meira í tonsum, men í prísi. Tað er prísvøksturin á brennievni sum ger, at vøksturin í virði er munandi størri enn vøksturin í tonsum, sigur Hagstovan.

Samlaði útflutningurin fyrstu tveir mánaðirnar í ár var 1,5 milliardir krónur. Tað eru 200 milliónir krónur meir enn í fjør sambært tølunum hjá Hagstovu Føroya.

Tað eru serliga uppsjóvarsløgini makrelur og sild, sum vit hava útflutt meir av. Hetta er eisini einasti vørubólkur, har útflutningurin er vaksin í nøgd, sigur Hagstovan á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819