Heðin spyr Henrik um tunnilsætlan hjá Anniku

Heðin spyr Henrik um tunnilsætlan hjá Anniku
Fyrrverandi borgarstjórin í Havn heldur ikki, at ein tunnil í staðin fyri innkomuveg fer at lætta um ferðslutrýstið.
Annika Olsen, borgarstjóri, og Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur, stinga út kortið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.04.2017 - 14:03

Innkomuvegurin til Havnar er nú komin í Løgtingið sum fyrispurningur frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, til Hendik Old, landsstýrismann.

Heðin Mortensen spyr Henrik Old, um hann ætlar at ganga ynskinum hjá Anniku Olsen, borgarstjóra, á møti, sum kannar møguleikan fyri at ein tunnil verður boraður av Hvítanesi til gamla Oyggjarvegin vestan fyri Auto Service.

Spyr um vegurin verður liðugur

Landsstýrismaðurin verður eisini spurdur, hvørjar ætlanir hann hevur við innkomuvegnum til Havnar, og um vegurin verður liðugur, tá Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin ger Heðin Mortensen vart við avtaluna, hann sum borgarstjóri gjørdi við Henrik Old um innkomuvegin til Havnar, og sigur seg illa duga at síggja, at loysin, Annika Olsen skjýtur upp, fer at lætta nevnivert um ferðslutrýstið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858