Vinningsbýti kostaði nevndarsessir

Vinningsbýti kostaði nevndarsessir
Kristina Háfoss er misnøgd við avgerðina hjá Bank Nordik um at rinda vinningsbýti, og hevur skift alla nevndina í Fíggingargrunninum út.
Mynd: Savnsmynd  
 
21.04.2017 - 13:20

- Nú tíðirnar eru góðar, átti yvirskotið at verið brúkt at styrkt bankan við.

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum um avgerðina hjá Bank Nordik at gjalda út vinningsbýti.

Kundi ikki steðga avgerðini

Fíggingargrunnurin umsitur tann triðingin av bankanum, sum landið eigur, og sum minnilutaparaeigari hevur landsstýriskvinnan ikki møguleika at steðga avgerðini, men nú nevndin í Fíggingargrunninum skuldi veljast av nýggjum, hevur Kristina brúkt høvið at skifta alla nevndina út.

Nýggju nevndarlimirnir í Fíggingargrunninum eru Ingibjørg Berg, forkvinna, Marjun Eystberg, John Hendrik Holm og Anfinn Hjelm. Hesi fýra skulu so velja fimta nevndarlimin.

Fíggingargrunnurin hevur havt ein lim í nevndini í Bank Nordik, tað er Rúni Poulsen, ið ikki var valdur aftur í nevndina í Fíggingargrunninum. Tí er óvist, um hann verður sitandi í nevndini í Bank Nordik.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802