Her eru dýrastu almennu nevndirnar

Her eru dýrastu almennu nevndirnar
Landið brúkar nógvar milliónir um árið uppá nevndarsamsýningar. Niðanfyri síggjast tær dýrastu nevndirnar.
Føroya Tele nevndin er kostnaðarmiklasta almenna nevndin
Mynd: Fiskimálaráðið  
 
27.04.2017 - 10:26

Tíggju tær dýrastu almennu nevndirnar, og kostnaðurin fyri fastar samsýningar (kr.) Vanligir fundarpengar eru ikki íroknaðir.

Nevnd Um mánaðin Um árið
Føroya Tele 88.500 1.062.000
Atlantic Airways 75.000 900.000
Posta 56.500 678.000
Føroya Lívstrygging 55.250 663.000
Eystur- og Sandoyartunlar 54.000 648.000
Framtaksgrunnurin 42.100 505.200
Smyril Line 42.000 504.000
Als stýrið 36.000 432.000
Stýrið fyri Búnaðargrunnin 32.500 390.000
Vanlukkutryggingarráðið 26.000 312.000

Tølini eru í yvirlitinum hjá Løgmansskrivstovuni. Tølini eru tó ikki dagførd, og Landsbankanevndin eigur at standa sum nummar trý í talvuni. Hon kostar 816.000 kr. um árið.

Sí eisini: Landsbankaformaður: Samsýningin er rímilig

Sambært nýggjastu tølunum brúkar Uttanríkis- og vinnumálaráðið nógv mest pengar uppá nevndarsamsýningar - tilsamans góðar 7 milliónir kr. árliga. Tað er næstan helvtin av samlaða kostnaðinum hjá landinum á 14,3 milliónir krónur.

Summir persónar eru limir í fleiri nevndum, og vinna soleiðis eina góða arbeiðsmannaløn bara við at sita í nevndum.

Eitt yvirlit av nevndarsessum kann síggjast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584